Michael Schjønberg er aftur í Esbjerg fB. Hesaferð sum høvuðsvenjari hjá kvinnuliðnum.
59 ára gamli danin tekur við starvinum beinanvegin. Setanin kemur, eftir at felagið mánadagin boðaði frá, at samstarvið við Carsten Hilding Larsen var endað. Tað skrivar Bold.
Schjønberg hevur seinast verið høvuðsvenjari hjá 07 Vestur. Hann hevur eisini royndir úr donskum kvinnufótbólti, tí frá 2023 til 2025 stóð hann á odda fyri kvinnuliðnum hjá AGF.
Í Esbjerg fegnast ítróttarstjórin, Nicolaj Køhlert, um at fáa Schjønberg aftur til felagið.
– Vit eru sera fegin um at fáa ein so dugnaligan mann sum Michael Schjønberg knýttan at okkum. Hann kemur við drúgvum royndum, sterkum fótbóltsfakligum førleikum og góðum kunnleika til kvinnufótbólt frá tíðini í AGF, sigur hann.
Ítróttarstjórin vísir eisini á, at Schjønberg kennir bæði felagið og býin.
– Vit eru sannførd um, at hann er rætti maðurin at koma við nýggjari orku og menning í hópin, sigur Nicolaj Køhlert.
Schjønberg spældi sjálvur við Esbjerg, áðrenn leiðin gekk víðari til millum annað Hannover og Kaiserslautern. Við Kaiserslautern gjørdist hann týskur meistari í 1998, og hann spældi eisini 44 A-landsdystir fyri Danmark.
Uppgávan í Esbjerg verður at venda gongdini hjá kvinnuliðnum. Liðið er aftast í B-deildini við einum stigi eftir 12 umfør.