info
Ongi úrslit

Seks nýggj­ar barna­bøk­ur frá Bóka­deild­ini – helvt­in eru upp­runa­før­oyskar

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur seks nýggjar bøkur út til børn í ársins sjeynda bókaumfari, og helvtin av teimum eru upprunaføroyskar! Les meira um bøkurnar niðanfyri.

Eirikur Lindenskov
10. november 2026 kl. 16:32

Nivinaja

Enn ein alvorliga spennandi skaldsøga til stór børn frá Elini á Rógvi.

Um tú ikki kennir Naju, hugsar tú helst, at hon hevur tað gott, at hon er heppin. Hon býr í einum flottum húsum, er eitt stórt talent í svimjing og hevur nógvar vinir har. Men okkurt er galið inni í flottu húsunum. Svimjivinirnir vita ikki, hvat Naja heldur loyniligt fyri teimum.

Og okkurt er eisini, ið Naja ikki veit … Hon kennir tað á sær, hon saknar uttan at vita, hvat tað er, henni leingist eftir.

Men ein dag broytist alt. Naja finnur fyrsta leiðitráðin, ið førir hana á eina ferð inn í ein fjaldan heim av lygnum og loyndarmálum.

Elin á Rógvi hevur skrivað bókina. Kirstin Helgadóttir hevur gjørt kápuna.

Bókin er innbundin, 164 síður og til børn uml. 10-13 ár

Prísur: 250,-

Bjarta verður stórasystir

Ein nýggj bók um Bjartu!

Nú kemur lítlibeiggin endiliga úr búkinum hjá mammu. Sum hann er lítil og fittur og rukkutur! Bjarta hjálpir at skifta blæu og balla lítlabeiggja, tí nú er hon stór. Men onkuntíð vil Bjarta eisini vera lítil …

Silja Aldudóttir skrivar, og Lena Nicolajsen myndprýðir røðina um Bjartu.

Bókin er ein innbundin, 32 síður og til børn uml. 0-2 ár.

Prísur: 185,-

Huldugávan

Huldugávan er fitt myndabók um huldubarnið, sum fær ein óvæntaðan vin. Hvat gert tú, um tú ikki ert glað fyri eina gávu, sum tú hevur fingið? Endiliga! Nú er huldutíð.

Kathrina Skarðsá hevur skrivað og myndprýtt.

Bókin er innbundin, 18 síður og til børn uml. 2-4 ár.

Prísur: 165,-

Pippi spælir pikk við løgregluna

Klassikari í nýggjum hami. Í tí lítla býnum hildu konurnar og menninir, at ein lítil, níggju ára gomul genta ikki kundi búgva einsamøll á Villingaváli. So ein dagin komu tveir løgreglumenn eftir Pippi fyri at koyra hana á barnaheim. Men tað vildi Pippi ikki ganga við til. Tí á einum barnaheimi kanst tú hvørki hava apur ella hestar. Tað er gott, at Pippi dámar løgregluna, tí hon ætlar sær at spæla pikk við gestunum. Og so kunnu tey fáa sær ein kaffimunn!

Astrid Lindgren hevur skrivað, og Angelika Bodis Nagy hevur myndprýtt.

Myndabókin er innbundin, 26 síður og til børn uml. 3-6 ár.

Prísur: 165,-

Hundamaður 3 og 4

Hundamaður er ein klikkað og stuttlig røð við eini rúgvu av aktion, spenningi, kærleika og skemti! Dav Pilkey hevur skrivað og myndprýtt. Tórarinn Niclasen á Rípuni týddi til føroyskt. Bøkurnar eru innbundnar, gott og væl 250 síður og til børn uml. 6-10 ár.

 

Hundamaður – Frensar á ferð

Hann var av bestu hundum ... hann var av ringastu hundum. Tað var ein uppfinningartíð ... ein tíð við óvæntaðum tingum.

Prísur: 225,- 

Hundamaður og kiskubarnið

Hevur Hundamaður funnið tann perfekta makkaran? Ein góð søga um tað góða ... tað ónda ... og eina rúgvu av superhetjum!

Prísur: 225,-

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Í myndum: Zelenskyj á vitjan í Danmark

8 minuttir síðan
Tíðindi

40 filmsfólk savn­ast í Før­oy­um um nýggj­ar heim­ild­ar­filmar

11 minuttir síðan
Tíðindi

Turkur tømir størsta vatngoymsluvatnið í Cornwall

41 minuttir síðan
Fótbóltur

Steinar er nýggjur formaður á Skála

1 tími síðan
Lesarabrøv

Vit hava hvønannan

1 tími síðan
Tíðindi

Mette Fred­erik­sen: ES-stovn­ar­nir skulu standa í mið­depl­i­num

1 tími síðan
Tíðindi

Nýtt stig móti tryggari farleið

1 tími síðan
Tíðindi

Bilar ýla allan vegin um Suðuroyarfjørð

2 tímar síðan
Tíðindi

Her er EM-hópurin hjá Danmark

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Kalsoyartunnilin má ikki seinka Vestmannatunlinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Samrøðurnar í Abu Dhabi eru lidnar fyri í dag

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar við í felags yvirlýsing um talgilt sjálvræði

2 tímar síðan