info
Ongi úrslit

40 filmsfólk savn­ast í Før­oy­um um nýggj­ar heim­ild­ar­filmar

Filmsfólk úr Føroyum, Grønlandi og Danmark eru í hesum døgum savnað í Havn. Á NordDok-seminarinum arbeiða tey við nýggjum heimildarfilmum, fáa fakliga ráðgeving og knýta sambond tvørtur um landamørk

Eirikur Lindenskov
10. november 2026 kl. 16:45

Tíðindabræv frá Filmshúsinum:

Umleið 40 filmsfólk luttaka á NordDok-seminarinum, sum í løtuni verður hildið í Føroyum. Tað byrjaði mánadagin og endar hósdagin 12. november. Felags fyri luttakararnar er, at tey arbeiða við heimildarfilmum og nýta dagarnar til at menna verkætlanirnar saman við øðrum filmsfólkum og ráðgevum.

Hetta er fimta NordDok-seminarið. Nordisk Panorama skipar fyri í samstarvi við filmsstovnarnar í Føroyum, Grønlandi og Danmark.

Nýggir filmar taka skap

Týsdagin og mikudagin leggja luttakararnir filmsverkætlanir sínar fram og arbeiða víðari við teimum í bólkum. Talan er um filmar, sum enn eru í gerð, og har ráðgeving og afturmeldingar kunnu fáa týdning fyri, hvussu søgurnar verða sagdar.

Millum føroysku luttakararnar eru Marianna Mørkøre og Beinta á Torkilsheyggi. Tær hava áður saman leikstjórnað Heartist, sum er heimildarfilmurin um listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir.

Á skránni er eisini Fire, Water, Earth, Air, sum Rógvi Rasmussen hevur leikstjórnað saman við trimum øðrum norðurlendskum leikstjórum. Filmurin lýsir, hvussu smá samfeløg í Føroyum, Danmark, Noregi og Svøríki møta veðurlagsbroytingum, og hvønn týdning felagsskapurin hevur, tá kreppur raka. Filmurin hevði heimsfrumsýning á CPH:DOX fyrr í ár.

Vitjanin endar hósdagin við eini framløgu hjá Filmshúsinum um føroyska filmsframleiðslu og virksemið hjá stovninum.

Hevur gagnað føroyskum filmum

NordDok hevur longu stuðlað fleiri føroyskum heimildarfilmum. Millum teirra er Birita eftir Búa Dam.

Birita fylgir sjónleikafamiljuni hjá Búa í arbeiðinum at seta Lear kong á pall við mammu hansara, Biritu Mohr, í høvuðsleiklutinum. Filmurin var í ár í uppskoti til filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins.

Seminarið er sostatt partur av einum samstarvi, sum bæði stuðlar nýggjum filmsætlanum og gevur filmsfólkum møguleika at læra av royndunum hjá hvørjum øðrum.

30 milliónir til film og førleikamenning

Núverandi stuðulsskipanin, NordDok III, fevnir um árini 2025–2027 og hevur eina samlaða játtan á 30 milliónir krónur.

Peningurin verður bæði nýttur til at menna og framleiða heimildarfilmar um Føroyar, Grønland og Danmark og til førleikamenning og faklig sambond í føroysku og grønlendsku filmsvinnuni.

Játtanin varð tryggjað á donsku fíggjarlógini av fólkatingslimunum Onnu Falkenberg, Sjúrði Skaale og Aaju Chemnitz. Danska Filmsinstituttið umsitur skipanina. Marjun Niclasen, leiðari í Filmshúsinum, umboðar Føroyar í stýrisbólkinum. 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Amnesty Tónar 35 ára Fagnaðarkonsert

8 minuttir síðan
Tíðindi

Í myndum: Zelenskyj á vitjan í Danmark

20 minuttir síðan
Tíðindi

Seks nýggj­ar barna­bøk­ur frá Bóka­deild­ini – helvt­in eru upp­runa­før­oyskar

36 minuttir síðan
Tíðindi

Turkur tømir størsta vatngoymsluvatnið í Cornwall

53 minuttir síðan
Fótbóltur

Steinar er nýggjur formaður á Skála

1 tími síðan
Lesarabrøv

Vit hava hvønannan

1 tími síðan
Tíðindi

Mette Fred­erik­sen: ES-stovn­ar­nir skulu standa í mið­depl­i­num

1 tími síðan
Tíðindi

Nýtt stig móti tryggari farleið

1 tími síðan
Tíðindi

Bilar ýla allan vegin um Suðuroyarfjørð

2 tímar síðan
Tíðindi

Her er EM-hópurin hjá Danmark

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Kalsoyartunnilin má ikki seinka Vestmannatunlinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Samrøðurnar í Abu Dhabi eru lidnar fyri í dag

2 tímar síðan