info
Ongi úrslit

Amnesty Tónar 35 ára Fagnaðarkonsert

Einaferð rungaðu sangir um vón, frælsi og rættvísi úr bandupptakarum og útvarpstólum kring alt landið. Bandið Amnesty Tónar spældi javnt og samt í ring.

Eirikur Lindenskov
10. november 2026 kl. 17:00

Amnesty Tónar kom út í 1991, í eini tíð, tá fáar útgávur við nýggjum føroyskum tónleiki vóru. Í sambandi við 25 ára føðingardagin hjá Amnesty skipaði felagsskapurin fyri eini kapping, har fólk sendu inn sangir, tey høvdu skrivað og spælt, og ein dómsnevnd skuldi velja bestu sangirnar. Kappingin endaði við einum tiltaki í Norðurlandahúsinum, har vinnararnir vórðu heiðraðir. Undirtøkan var so góð, at avgjørt varð at innspæla sangirnar og geva teir út á bandi. Skjótt fingu sangirnir stórt pláss, bæði í samtíðarsamfelagnum og í hjørtunum hjá føroyingum.

Í ár eru 35 ár síðan, at Amnesty Tónar kom út. Nú ófriðurin og stríðini í heiminum koma okkum alsamt nærri, hava vit kanska meira enn nakrantíð tørv á at savnast um frælsi, frið og góðan tónleik.

Tí verður fagnaðarkonsert á Reinsarínum leygarkvøldið 14. Novembur klokkan 21, har sangirnir fáa nýtt lív. Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen, Enekk, Lív Dam og Deiggj koma at framføra sínar sangir, sum í 1991 vóru spildurnýggir. Men alt verður ikki sum í hálvfemsunum, tí Guðrun og Bartal, Tóra Trónd, Dania, Netupp, Ronja og Supervisión koma at lata 35 ára gomlu løgini í nýggjan ham.

Nøkur atgongumerki eru enn at fáa á atgongumerki.fo

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Í myndum: Zelenskyj á vitjan í Danmark

30 minuttir síðan
Tíðindi

40 filmsfólk savn­ast í Før­oy­um um nýggj­ar heim­ild­ar­filmar

33 minuttir síðan
Tíðindi

Seks nýggj­ar barna­bøk­ur frá Bóka­deild­ini – helvt­in eru upp­runa­før­oyskar

46 minuttir síðan
Tíðindi

Turkur tømir størsta vatngoymsluvatnið í Cornwall

1 tími síðan
Fótbóltur

Steinar er nýggjur formaður á Skála

1 tími síðan
Lesarabrøv

Vit hava hvønannan

1 tími síðan
Tíðindi

Mette Fred­erik­sen: ES-stovn­ar­nir skulu standa í mið­depl­i­num

1 tími síðan
Tíðindi

Nýtt stig móti tryggari farleið

1 tími síðan
Tíðindi

Bilar ýla allan vegin um Suðuroyarfjørð

2 tímar síðan
Tíðindi

Her er EM-hópurin hjá Danmark

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Kalsoyartunnilin má ikki seinka Vestmannatunlinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Samrøðurnar í Abu Dhabi eru lidnar fyri í dag

2 tímar síðan