info
Ongi úrslit
© Aaron Schwartz/Reuters
Donald Trump, forseti, framdi í juli 2025 skerjingar í amerikansku matstuðulsskipanini. Nú kann eitt nýtt uppskot raka uppaftur fleiri. Savnsmynd.

6,3 milliónir amerikanarar kunnu missa matstuðulin

Amerikanska landbúnaðarmálaráðið ætlar at herða reglurnar fyri matstuðli til familjur við lágari inntøku.

Eirikur Lindenskov
10. november 2026 kl. 18:09

Yvir seks milliónir amerikanarar kunnu missa rættin til almennan matstuðul, verður eitt nýtt uppskot frá Trump-stjórnini sett í verk.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters sambært Ritzau.

Uppskotið kemur frá amerikanska landbúnaðarmálaráðnum, USDA, og kann raka umleið 6,3 milliónir fólk.

Í USA kunnu borgarar við lágari inntøku fáa mánaðarligan stuðul til mat gjøgnum skipanina SNAP.

Í dag fáa nógvar familjur, sum fáa almannahjálp, sjálvvirkandi rætt til matstuðulin. Henda atgongdin skal sambært uppskotinum takast av.

Tað merkir, at familjurnar framyvir skulu lúka inntøkutreytirnar í sjálvari SNAP-skipanini fyri at fáa stuðul til mat.

Sambært egnu greiningini hjá ráðnum, sum er løgd við uppskotinum, kunnu nærum 18 prosent av teimum, sum fáa stuðul úr skipanini, missa veitingina. Tað svarar til umleið 6,3 milliónir fólk, skrivar Reuters.

Hetta kemur afturat skerjingunum, sum Donald Trump, forseti, framdi í juli 2025. Sambært Reuters hava tær longu havt við sær, at fleiri enn 5,5 milliónir amerikanarar hava mist rættin til matstuðul.

Amerikanska landbúnaðarmálaráðið hevur lagt fram uppskotið um at herða treytirnar fyri matstuðli. Brooke Rollins er landbúnaðarmálaráðfrú í USA. Savnsmynd.
Mynd: Kaylee Greenlee/Reuters

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Schjønberg fer nú at venja kvinnurnar hjá Esbjerg

33 minuttir síðan
Tíðindi

Vælkomin til ársins Jól við Løkin!

1 tími síðan
Tíðindi

Amnesty Tónar 35 ára Fagnaðarkonsert

2 tímar síðan
Tíðindi

Í myndum: Zelenskyj á vitjan í Danmark

2 tímar síðan
Tíðindi

40 filmsfólk savn­ast í Før­oy­um um nýggj­ar heim­ild­ar­filmar

2 tímar síðan
Tíðindi

Seks nýggj­ar barna­bøk­ur frá Bóka­deild­ini – helvt­in eru upp­runa­før­oyskar

2 tímar síðan
Tíðindi

Turkur tømir størsta vatngoymsluvatnið í Cornwall

3 tímar síðan
Fótbóltur

Steinar er nýggjur formaður á Skála

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit hava hvønannan

4 tímar síðan
Tíðindi

Mette Fred­erik­sen: ES-stovn­ar­nir skulu standa í mið­depl­i­num

4 tímar síðan
Tíðindi

Nýtt stig móti tryggari farleið

4 tímar síðan
Tíðindi

Bilar ýla allan vegin um Suðuroyarfjørð

4 tímar síðan