info
Ongi úrslit
© Handout/Ritzau Scanpix
Farmaskipið Fitburg var á veg úr Russlandi til Ísraels, tá finskir myndugleikar steðgaðu tí. Nú eru skiparin og ein manningarlimur dømdir fyri at skaða tveir sjókaðlar. Savnsmynd

Skipari og manningarlimur dømdir fyri at skaða sjókaðlar

Ein russiskur skipari og ein manningarlimur úr Aserbajdsjan hava fingið fongsulsrevsing fyri at skaða tveir fjarskiftiskaðlar í Finska Flógvanum.

Eirikur Lindenskov
5. november 2026 kl. 16:16

Ein finskur dómstólur hevur kent tveir menn av farmaskipinum Fitburg sekar í grovum herverki móti tveimum sjókaðlum.

Russiski skiparin hevur fingið trý ár og seks mánaða fongsul. Ein manningarlimur úr Aserbajdsjan hevur fingið tvey ár og tíggju mánaðir.

Tað skrivar Ritzau við tilvísing til Reuters og NTB.

Finskir myndugleikar steðgaðu Fitburg nýggjársaftan í fjør, eftir at tveir fjarskiftiskaðlar á havbotninum vóru skaddir. Skipið var tá á veg úr Russlandi til Ísraels.

Skiparin hevði verið undir illgruna fyri at hava latið akkerið draga eftir havbotninum í minst 130 kilometrar.

Báðir menninir hava noktað seg sekar. Teir hava eisini sett spurnartekin við rættin hjá Finnlandi at føra málið, tí kaðlarnir vórðu skaddir uttan fyri finskt sjóøki.

Finnland hevur síðani styrkt arbeiðið við at verja undirsjóvarkervið.

Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

17 tímar síðan

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Politiskir sigrar hava størri týdning fyri Javnaðarflokkin

30 minuttir síðan
Tíðindi

Russell Brand kendur sekur í neyðtøku

46 minuttir síðan
Tíðindi

Snar í nýggjum hami

1 tími síðan
Tíðindi

Vil hava løg­mann at krevja svar um Bakka­frost-málið

1 tími síðan
Tíðindi

Bumbuhóttanir hava rakt minst 25 flogfør í Evropa

1 tími síðan
Tíðindi

Svøríki leingir marknaeftirlitið í eitt hálvt ár

2 tímar síðan
Tíðindi

Árligi Býarskáin verður um vikuskiftið 7. og 8. november

2 tímar síðan
Tíðindi

Førka fingið ískoyti til umhvørvisgóðkenning

3 tímar síðan
Tíðindi

Nú nærkast til Tjaldrið og Brimil verða tøkir aftur

3 tímar síðan
Tíðindi

Svensk rúmdarstøð í miðdeplinum

3 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Oleksandra fór eftir brenni og fann ein arm

4 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Kópakonan á pall í Taivan

4 tímar síðan