info
Ongi úrslit

Politiskir sigrar hava størri týdning fyri Javnaðarflokkin

Tað er tíverri týdningarmeiri fyri Javnaðarflokkin at fáa heiðurin av einum verri uppskoti, enn at samtykkja eitt betri uppskot, ið hevði hjálpt fleiri fólkum, sum eru í neyð!

Bjørg Brynhildardóttir Egholm
5. november 2026 kl. 16:00

Tað er syndarligt, at tað nú eru færri fólk, ið fáa lut í einari bráðfangishjálp, tí at Javnaðarflokkurin hugsar meira um hvør skal hava heiðurin á sosialum miðlum, enn at hjálpa teimum ið eru fíggjarliga sperd.

Fyrst vildu tey ikki skriva undir so, at andstøðan fekk lagt uppskotið fram í vár, tá orkuprísirnir spolaðu avstað.

Tey feldu síðani uppskotið í heyst, tí at hetta var eitt andstøðuuppskot. Tey hildu ikki, at skipanin við orkuískoyti er ein haldbar loysn

40 dagar seinni løgdu tey so eina lágprís útgávu fram av sama uppskoti. Og nú skuldi víkjast frá øllum tíðarfreistum. Uppskotið hevði stóran skund. Tey søgdu, at tað eru fólk, ið hava tørv á hjálpini, beinanvegin. Ja tað hava vit roynt at gjørt greitt í fleiri mánaðir.

Vit kundu samtykt eitt nógv betri uppskot

Tað góða er, at fólk nú fáa eina lítla hjálp á 5.000 kr. Vit høvdu ynskt, at okkara uppskot á 7.000 kr varð samtykt. Men so varð ikki. Tí nú eru tað tíverri bara tey húski, sum hava inntøku undir 300.000 kr, ið kunnu søkja. Tað hevði kostað 1,8 mió kr at hækka inntøkumarkið upp í 350.000 kr og raðfest 7.000 kr í staðinfyri 5.000 kr. Men tað vil samgongan ikki.

Tað verða færri, ið fáa hjálp

Øll vita, at kostnaðarstøðið og allar lønir eru farnar upp. Tað vera tí færri fólk, sum fara at fáa hesa hjápina, ið nú er samtykt. Tey sum fella fyri hesum hámarkinum, eru ikki vælbjargað. Og hesum veit landsstýriskvinnan í Almannamálum sjálvandi av.

Húski, sum einans hava eina samlaða inntøku millum 300.000-350.000 um árið, eru eisini sperd. Hetta eru eitt nú stakir pensjónistar við lágari pensjón, fyritíðarpensjónistar við heimabúgvandi barni, sum hevur eina lítla inntøku, stakir uppihaldarir, familjur við bráðfangissjúkum og barnafamiljur við einans einari inntøku. Tað er tungt at siga "gleðilig jól" við hesi menniskju.

Samgongan segði nei takk til eitt betri uppskot, ið hevði kostað 3,8 mió kr í alt. Tey søgdu at enda ja takk til eitt verri uppskot, ið kostar 2 mió kr. Tað er harmiligt.  Sjálvandi tóku vit undir við uppskotinum. Hetta er betri enn einki.

Fólk gjalda fyri at, samgongan spælir høgt spæl

Tað hevði verið tápuligt at spælt sama spæl sum samgongan, ið ikki hevur áræði at taka undir við einum andstøðuuppskoti. Tíverri hugsa tey meira um hvør skal hava heiðurin av uppskotinum, enn um góðan og málrættaðan politikk fyri Føroya fólk.

Í minsta lagi er tað sera greitt nú

Sosialpolitiska kumpassin hjá Javnaðarflokkinum, er sett til týdningarmeiri átøk.

MVG frítøkur til ferðafólk, ein serligur skattalætti til ein ávísan bólk og ikki at gloyma 50 mió kr til arbeiðandi pensjónistar. TAÐ er týdningarmeiri fyri flokkin, ið sigur seg arbeiða fyri einum javnari samfelagi.  

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

Í gjár kl. 23:26

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

Í gjár kl. 22:29

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Klaksvík: Biskupsstøðgøta breiðkað

38 minuttir síðan
Lesarabrøv

Universi­tets­sjúkra­hús á papp­ír­i­num, men hvar eru íløgur­nar?

1 tími síðan
Tíðindi

Tummas Láadal 35 ára starvsdag á Hotel Føroyum

1 tími síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

1 tími síðan
Tíðindi

Danska poppdrotningin Medina á OY Voxbotn 2027

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit mugu ansa eftir hvørjum øðrum ⛑

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil vita, hvat landskassin fekk burtur úr skerdum frádráttum

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Odmar gleðir seg til avgerandi Nations League dystirnar

2 tímar síðan
Tíðindi

Rúsviðgerðin røkkur ikki øllum

2 tímar síðan
Tíðindi

European Cup: Veddingarfyritøkurnar trúgva ikki upp á VÍF

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil kanna metro til útoyggjarnar

3 tímar síðan
Tíðindi

Lýggjasti oktober í 30 ár

4 tímar síðan