Joan R. Johannesen, Agatha Kjærbæk Djurhuus og liðfelagarnir í KA/Þór spældu í kvøld dyst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Á heimavølli í Akureyri tapti KA/Þór 26-33 fyri Haukum. Skaðin var gjørdur í fyrra hálvleiki, tí í steðginum vóru Haukar á odda 18-10.
Tað gekk tó framúr væl hjá Joan, ið skoraði 10 mál upp á 12 málroyndir, og gjørdist toppskjútti hjá KA/Þór. Joan hevur nú skotið 18 mál í tveimum dystum.
Agatha var effektiv. Hon fekk tríggjar málroyndir, og tær sótu allar í netinum.
Aftaná tveir dystir hevur KA/Þór framvegis fyrsta stigið til góðar.