Tað endaði við 2-1 sigri til gestirnar, tá ið ÍF í kvøld vitjaði teir næstbestu hjá NSÍ. Talan er um seta søtan sigur, tí hetta er fyrsta ferðin í ár, at tað er eydnast fuglfirðingum at fáa bilbukt við stóru grannafeløgunum.
Besta liðið hjá ÍF er í næstbestu deildini, meðan bestu liðini hjá Víkingi og NSÍ eru í fremstu røð, har Víkingur fyri einari viku síðani vann steypafinaluna, og NSÍ er fremst og harvið FM favorittur.
Kortini er tað ikki eydnast fyrr í ár hjá ÍF at vinna ímóti Víkingi og NSÍ. Ímóti Víkingi hevur ÍF spælt 2-2 og tapt 4-1 á útivølli og tapt 4-3 á heimavølli. Ímóti NSÍ hevur ÍF fyrr í ár spælt 1-1 og tapt 2-1 á heimavølli, og so var tað í kvøld, at tað loksins eydnaðist ÍF at vinna. Úrslitið í Runavík var 2-1 til ÍF, eftir at fuglfirðingar í fyrra hálvleiki vóru frammanfyri 1-0.
ÍF sigurin í kvøld var kærkomin uppreisn eftir vónbrotið, sum tað var í síðstu viku, tá ið ÍF á nýggja graslíkinum í Fløtugerði tapti 2-1 ímóti FC Hoyvík.
Markus á Lakjuni skoraði bæði málini hjá ÍF. Fimm minuttir undan steðginum avloysti hann beiggjan Jógvan, og fýra minuttir seinni legði hann ÍF framum 1-0. ÍF var á odda, inntil tað restaðu átta minuttir. Tá javnaði Betuel Hansen til 1-1. Betuel er fyri stuttum aftur farin at spæla, eftir at hann í næstan tvey ár hevur verið skaddur, og málið í kvøld var tað fyrsta síðani 28. september í 2024. FaroeSoccer veit at siga, at tann dagin tapti besta liðið hjá NSÍ 4-1 á útivølli ímóti EB/Streymi, og at tað var Betuel Hansen, sum legði NSÍ framum 1-0.
So sá tað út til, at tað heldur ikki í kvøld fór at eydnast ÍF at vinna fulla úrtøku ímóti einum at stóru feløgunum í Eysturoy. Men tá ið klokkan var farin meiri enn fýra minuttir út um 90 minuttir, eydnaðist tað ÍF at skora sigursmálið, og tað var aftur Markus á Lakjuni, sum var málskjútti. Uppleggið átti Mikkel Elbæk Jakobsen. Hetta vóru fyrstu málini hjá 21 ára gamla Markusi á Lakjuni í 1. deild í ár. Hann hevur bara einaferð áður skorað mál í næstbestu deildini. Tað var 29. august í fjør, tá ið ÍF tapti 4-1 á Argjum.
ÍF er á fórða plássi við 36 stigum. Tað eru 11 stig frá ÍF og fram til FC Suðuroy, sum í morgin fær vitjan av B71 og tá hevur møguleika at tryggja sær uppflyting í Meistaradeildina.
NSÍ er á sjeynda plássi við 25 stigum. Tað eru trý stig aftur til FC Hoyvík, sum 22 stigum er nummar átta. HB, sum í morgin á heimavølli fer at spæla ímóti TB, er nummar níggju við 20 stigum, og EB/Streymur er aftast við 11 stigum.
Næsti dystur hjá NSÍ verður annan sunnudag í Gundadali ímóti B36.
Næsti dystur hjá ÍF verður fríggjakvøldið á heimavølli ímóti HB.