info
Ongi úrslit

Vilja útflyta grønlendskt vatn við tangaskipi

Eitt grønlendskt felag ætlar at pumpa vatn umborð á tangaskip og selja tað til lond við vatntroti. Málið er at byrja næsta ár.

Eirikur Lindenskov
1 tími síðan

Vatn, sum í dag rennur út í havið, skal verða ein grønlendsk útflutningsvøra.

Tað er ætlanin hjá felagnum Agrowa, sum hevur fingið loyvi at gagnnýta vatnið Sammisup Tasersua nær Atammik.

Anda Uldum, stjóri, sigur við Sermitsiaq, at málið er at byrja útflutningin í 2027.

Ætlanin er at leiða vatnið gjøgnum rør oman til strondina og pumpa tað umborð á tangaskip, sum skulu sigla tað til keypararnar.

Felagið er sambært stjóranum í samrøðum við marknaðir í Suðurevropa og Miðeystri. Enn er ikki endaliga greitt, hvørjir keypararnir verða.

Vatnið skal fyrst og fremst seljast sum drekkivatn og til dagliga nýtslu. Áhugi er eisini frá landbúnaðinum, sum kann brúka tað til at væta jørðina.

Áðrenn framleiðslan kann byrja, skal ein meting gerast av avleiðingunum fyri náttúru og umhvørvi. Síðan kunnu rør og aðrar neyðugar útgerðir leggjast.

Agrowa samstarvar við Rambøll Grønland um fyrireikingarnar.

Enn er óvist, hvussu nógv arbeiðspláss ætlanin kann skapa, men felagið vónar, at virksemið fer at koma lokaløkinum til góðar.

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

22 tímar síðan

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

Í gjár kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. sepember kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

Í gjár kl. 11:25

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

10. sepember kl. 18:54

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

Í gjár kl. 07:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Stór mótmælir um alt Týskland

55 minuttir síðan
Hondbóltur

Joan Johannesen var aftur toppskjútti hjá KA/Þór

2 tímar síðan
Fótbóltur

Markus var tvífaldur málskjútti

2 tímar síðan
Hondbóltur

Elias vann á Vilhelm í týsku Bundesliguni

3 tímar síðan
Tíðindi

Polar Seafood keypir íslendingarnar út fyri 925 milliónir

3 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann á Team Klaksvík í KÍ-høllini

3 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Kyndil tapti við fýra málum

4 tímar síðan
Tíðindi

Norðan konsert í Ruth Smith savninum

4 tímar síðan
Fótbóltur

David var trífaldur málskjútti

4 tímar síðan
Hondbóltur

Kjartan Johansen vann á Rúnar Hammer

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Bjartalíð legði upp til mál í tapi á útivølli

5 tímar síðan
Fótbóltur

Víkingarnir smokkaðu heilt saman

5 tímar síðan