info
Ongi úrslit
© Kimmo Brandt/Ritzau Scanpix
Mette Frederiksen fanst týsdagin at telefonsamrøðuni millum leiðararnar í Finnlandi og Noregi og russiska forsetan Vladimir Putin. Myndin er tikin í sambandi við fundin hjá Norðurlandaráðnum í Helsinki.

Putin-ráðgevi: Mette Frede­rik­sen hev­ur uppi­bor­ið at missa Grønland

Kirill Dmitriev, ráðgevi hjá russiska forsetanum Vladimir Putin, finst hvassliga at donsku forsætisráðfrúuni, eftir at hon fanst at samrøðum millum leiðararnar í Finnlandi og Noregi og russiska forsetan.

Eirikur Lindenskov
28. oktober 2026 kl. 08:00

Danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, hevur uppiborið at missa Grønland.

Tað skrivar Kirill Dmitriev, sum er ráðgevi hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, í búskaparligum og altjóða málum, í einari dagføring á sosiala miðlinum X týskvøldið.

Við dagføringini er eitt sjónband, har Mette Frederiksen finst at tí, at finski forsetin og norski forsætisráðharrin hava tosað í telefon við Putin.

– Hon hevur uppiborið at missa Grønland. Krígsskapararnir fara at tapa. Samrøðan fer at vinna, skrivar Dmitriev.

Hann hevur verið russiskt sendifólk í samráðingunum um eina loysn á krígnum í Ukraina.

Finski forsetin, Alexander Stubb, boðaði týsdagin frá, at hann saman við norska forsætisráðharranum, Jonas Gahr Støre, hevði tosað í telefon við Putin.

Samrøðan fekk blandaða móttøku millum sameindu londini.

Mette Frederiksen var millum tey, sum funnust at stig­num.

– Eg eri sera ivasom um hetta egna norska og finska stigið. Tað er ikki samskipað við okkum onnur, segði hon við danska TV 2 í sambandi við fundin hjá Norðurlandaráðnum í Finnlandi.

– Eg haldi, at vit eiga at halda Evropa saman heldur enn at fara hvør sína leið.

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, hevur eisini víst á, at slíkar samrøður kunnu vera vandamiklar, um tær syndra felags evropeisku røddina.

Norski forsætisráðharrin vísir aftur atfinningunum.

– Vit tosa ikki vegna onnur enn okkum sjálv, men stigið er væl og virðiliga umrøtt. Allir okkara samstarvsfelagar og sameindu vóru kunnaðir frammanundan og hava eisini fingið eina gjølliga frágreiðing aftaná, segði Jonas Gahr Støre við norska miðilin VG.

Meðan norðurlondini eru ósamd um samrøðuna, tekur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, øðrvísi undir við henni.

Í einari dagføring á X skrivar hann, at hann er takksamur fyri tað virkna diplomatiska arbeiðið hjá Noregi og Finnlandi.

Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Pensjónistur, sum ar­beið­ir, hev­ur meira eftir enn van­ligi løn­takarin

19 minuttir síðan
Tíðindi

Arabisku flokkarnir kunnu fella Netanyahu

48 minuttir síðan
Tíðindi

Skulu klippa 629 nummarplátur

1 tími síðan
Hondbóltur

EM-mótstøðuliðini hjá Føroyum spældu venjingardystir í farnu viku

2 tímar síðan
Fótbóltur

FM heitið hjá Sigga Rag og NSÍ gevur endurljóð í Íslandi

9 tímar síðan
Hondbóltur

Skuru tapti í Västerås

10 tímar síðan
Hondbóltur

Valur vann føroyingauppgerðina í Garðabær

10 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður er boð­in at syngja karaoke í Finn­landi í kvøld

11 tímar síðan
Tíðindi

Miðlar: Bolsonaro farin úr Brasil eftir valtapið

11 tímar síðan
Tíðindi

Melania Trump: Vápna­hvíld­in í Ukra­ina er víðkað

12 tímar síðan
Lesarabrøv

Skal tað loysa seg at arbeiða – ella at eiga?

12 tímar síðan
Tíðindi

Kanningar á val­støð­um: Eing­in greið­ur vinn­ari í Ísrael

12 tímar síðan