– Vit heita á fólk um at kanna, um tey hava eftirstøðu, so sleppast kann undan, at so nógvar nummarplátur verða kliptar, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.
Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið. Eingin fráboðan er komin um stormskaða.
Í gjáramorgunin steðgaði løgreglan einum bilførara í Suðurstreymoy, sum koyrdi við kenning.
Løgreglan gjørdi eisini ferðmátingar. Ein bilførari varð máldur at koyra 122 kilometrar um tíman og fær treytaða frádøming av koyrikortinum. Ein annar koyrdi 106 kilometrar um tíman og fær klipp í koyrikortið.