info
Ongi úrslit

Sp/f Lund fer at byggja 10 íbúðir á Toftum

- Ætlanin er at byggja trý hús - tvey hús við trimum íbúðum og eitt hús við fýra íbúðum

Vilmund Jacobsen
20. august 2026 kl. 12:46

Fyrrapartin í dag varð sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og Sp/f Lund, sum er felag hjá Jaspuri Langgaard á Nesi og Álvi Højgaard í Saltnesi.

- Kommunan hevur bjóðað út jørð, sum er umleið 1900 fermetrar á Lýðarsvegi, matr. nr. 404c. Tá freistin at bjóða var farin, var eitt boð komið.

Í Nes kommunu siga tey, at á býráðsfundi hin 22. juni varð samtykt - eftir tilmæli frá teknisku nevnd - at taka av tilboðnum hjá Jaspuri Langgaard og Álvi Højgaard, sum ætla at byggja 10 íbúðir.

- Ætlanin er at byggja trý hús. Tvey hús við trimum íbúðum og eitt hús við fýra íbúðum. Sniðið verður við íblástri frá siðbundu føroysku húsunum, og Norðsetur fer at standa fyri sjálvari byggingini.

Sagt verður, at nú sáttmálin er undirskrivaður við Nes kommunu, fer Sp/f Lund í næstum undir at gera lendið byggibúgvið.

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

15 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump leypir á Fox News á valnáttini

2 tímar síðan
Tíðindi

Metir Demokratarnar vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum

3 tímar síðan
Tíðindi

Republikan­ar­ar missa senat­ssess í North Carolina

3 tímar síðan
Fótbóltur

EFL valdi Geza á vikuliðið

4 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bayern vann stórdystin og United fekk loksins ein sigur

5 tímar síðan
Tíðindi

Setur spurnar­tekin við drúgvu frið­ing­ina á Føroya­banka

6 tímar síðan
Hondbóltur

Marita vann á Mariu í bestu donsku hondbóltsdeildini

6 tímar síðan
Tíðindi

Kann Invest in Denmark hjálpa Føroyum at fáa íløgur?

6 tímar síðan
Tíðindi

Spanski sam­ferðslu­ráð­harrin fer frá eftir tok­vanlukkur

7 tímar síðan
Tíðindi

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

9 tímar síðan
Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

10 tímar síðan
Tíðindi

Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA

10 tímar síðan