Í Sands kommunu er borgarstjórin, Kristian Oskar Henriksen, so avgjørt ikki nøgdur við, at landsstýrismaðurin, Jacob Vestergaard, nú ætlar at frítaka strandfaraskipini fyri havnar-, brúgva-og vørugjøld.
- Vit hava ikki tikið hetta mál upp í bygdarráðnum enn, men eg dugi ikki at ímynda mær annað enn, at vit eru ímóti hesum. Vit hava ikki fingið hetta mál til hoyringar, og málið tykir mær bæði løgið og margháttligt.
Borgarstjórin í Sands kommunu vónar ikki, at hetta mál, sum eftir øllum at døma hevur verið til viðgerðar í landsstýrinum og er lagt fyri løgtingið, fer at fáa undirtøku millum tinglimir og verður samtykt.
- Tað eru ikki so nógv ár síðan, at táverandi stjórin í Strandfaraskipum Landsins var her suðuri og undirskrivaði eina avtalu við kommununa. Tí kemur hetta dátt við, nú landsstýrismaðurin ætlar at broyta hesi viðurskfti og frítaka SSL fyri gjøld.
Kristian Oskar Henriksen vísir á, at umframt Sildberan, sum røkir dagligu siglingina millum Sand og Skúvoy, koma eisini onkur onnur skip á Sand, eitt nú við tilfari til ymiskt virksemi, sum er í oynni.
Haraftrat hevur alifyritøkan Mowi rímiliga stórt alivirksemi á Sandsvág.
- Vit gera tað vit kunnu fyri at veita eina góða tænastu, men fella gjøldini fyri tænasturnar til SSL burtur, er nærliggjandi at hugsa sær, at kommunan heldur velur at raðfesta tey skip sum gjalda, sigur borgarstjórin í Sands kommunu.