Løgreglan fekk tvær fráboðanir um málið fríggjadagin og eina leygardagin. Tvey av teimum, sum boðaðu frá, høvdu longu flutt pengar. Tann triði varð eisini biðin um at flyta pengar, men lat vera.
Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at løgreglan arbeiðir víðari við málinum og hevur eina hóming av, hvør stendur aftan fyri svikið. Hann vil í løtuni ikki siga meira um kanningina.
Løgreglan fekk eisini fráboðan um eitt ferðsluóhapp um seks tíðina í gjárkvøldið. Ein bilur bremsaði, og førarin aftanfyri varnaðist tað ov seint og rendi á bilin frammanfyri. Vaktleiðarin sigur, at óhappið ikki var so álvarsamt.