info
Ongi úrslit

Stór frágreiðing um føroyskt arbeiðsumhvørvi

Úrslit frá spurnakanning um arbeiðsumhvørvi, heilsu og trivnað hjá arbeiðstakarum í Føroyum er nú komin

Nanný Toftegaard
10. juli 2024 kl. 14:29

9420 arbeiðstakarar í Føroyum hava svarað stóru kanningini, Arbeiðið og tú, sum Granskingarráðið, Vellivforeningen, Betri Stuðul og Fakfelagssamstarvið hava fíggjað. Kanningin skuldi lýsa, hvat arbeiðstakarar halda um sítt arbeiðsumhvørvi, sína heilsu og sín trivnað á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Í nýggjari frágreiðing um kanningina verða føroysku úrslitini samanborin við tilsvarandi úrslit frá danska arbeiðsmarknaðinum.

Sum liður í sínari post doc hevur Annika Helgadóttir Davidsen, adjunktur í sálarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, og Pál Weihe, professari í fólkaheilsu, gjørt hesa frágreiðingina í samstarvi við Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø.

Yvirskipað meta føroyskir arbeiðstakarar seg sum heild at hava verri heilsu enn teir donsku, og tey yngru siga seg hava verri heilsu enn tey eldru. Eisini er útbreiðslan av ringum atburði sum harðskapi, hóttanum, happing og mismuni størri í Føroyum enn í Danmark, og úrslitini benda á, at kvinnur eru oftari fyri ringum atburði enn menn á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum. Yngri arbeiðstakarar uppliva oftari ringan atburð á arbeiðsplássum enn tey eldru.

Arbeiðstakarar við handaligum arbeiði meta seg í størri mun enn aðrir starvsbólkar at hava vánalig trygdarviðurskifti á arbeiðsplássinum. Munandi fleiri í hesum starvsbólki enn í øðrum bólkum hava verið fyri minst einum arbeiðsóhappi. Ótroyttir møguleikar eru fyri at betra um viðurskiftini hjá hesum starvsfólkunum fyri at tryggja, at arbeiðsumhvørvið bøtist og at byrgt verður fyri arbeiðsóhappum.

Lesið frágreiðingina her.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Undirtøkan hjá Trump hevur ongantíð verið lægri

2 tímar síðan
Tíðindi

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

4 tímar síðan
Tíðindi

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

4 tímar síðan
Tíðindi

Køkurin skal flyta samfelagið eina burðardyggari leið

5 tímar síðan
Fótbóltur

Ronaldo fær leikbann í mánaði uttan landsdystir

5 tímar síðan
Tíðindi

Vilja vita hví hinir leikbólkarnir fáa stuðul

6 tímar síðan
Tíðindi

Uefa gevur Infantino tvær vikur at lata skjøl frá sær

6 tímar síðan
Fótbóltur

Víkingur fekk fulla úrtøku móti AB

7 tímar síðan
Tíðindi

Lesihúsið: Børn fáa ikki neyðugu hjálpina í fólkaskúlanum

7 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri býir í Norður­frak­landi seta út­gongu­for­boð í gildi

8 tímar síðan
Tíðindi

ORÐ & TÓNAR í Reinsarínum

8 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til B36 og tvey stig til Skála ÍF

8 tímar síðan