info
Ongi úrslit

Verða vit í Skúgvi við ella sett uttanfyri?

Tá Suðuroyartunnilin einaferð er komin, verður koyrandi líka av Viðareiði til Sumbiar og til hvønn hjall í Suðuroy. Um vit ikki verða við í øllum hesum, vera vit einasta oyggj og einasta bygd sunnanfyri Skopunarfjørð, ið ikki fær vegasamband 

Harry Jensen
20. apríl 2026 kl. 15:09

Nú verður ikki tosað nógv um  Suðuroyartunnilin og slett ikki um Skúvoynna. Orsøkin er helst, at suðuroyingar og teirra politikarar vita við vissu, at tey fáa sítt.

Vit vita onki annað enn, at onkur politikari nevndi Skúgvi so hissini í valstríðnum. Kortini skal sigast, at nøkur veruliga  tóku okkum við í teirra valstríði, men fingu tíverri ikki sæti á tingi.

Men, her komu eisini fólk inn, sum vilja okkum væl.

Sambandsflokkurin var tann einasti flokkur, ið hevði eitt veruligt uppskot, sum kundi ført til, at vit vóru meiri vís í, at vit eisini fáa tunnilsamband. 

Hvat bleiv av tí uppskotinum?

Tá ið alt er dult sum mansmorð fyri almenninginum, er ikki lætt at vita, hvussu verður við okkum og teimum, sum helst høvdu búsett seg her í bygdini.

Vónandi verður tað ikki "músaholdið", sum Teitur Samuelsen segði, men ein tunnil, sum kann brúkast, bæði til vanliga ferðslu og ikki minst neyðstøðu, sum sjálvandi ongin vónar nakrantíð verður brúk fyri.

Sum eg skilji støðuna, so eru tað rættiliga nógvir suðuroyingar, ið vilja hava tunnilin upp í Skúgvi.

Men tey siga seg ikki tora at siga ov nógv.

Tá ið tunnilin einaferð er komin, verður koyrandi líka av Viðareiði til Sumbiar og til hvønn hjall í Suðuroy orsaka av øllum tunnlunum. Tá Sandvík hevur fingið sín nýggja tunnil, eru sjey tunlar í Suðuroynni.

Um vit ikki verða við í øllum hesum, vera vit einasta oyggj og einasta bygd sunnanfyri Skopunarfjørð, ið ikki fær vegasamband. 

Kanska ein av orsøkunum til henda sera lítla viljan at lata okkum fáa part í hesi útbyggingini er, at Hestoyggin og Kallsoyggin ikki fingu tunnilssamband, tá tað var sera lætt og líkatil at gera.

Kanska teir vænta ov nógv trýst á politisku skipanina, um vit nú verða tikin við.

Onkur fer helst at kalla hetta gitingar, men tá alt verður dult sum mansmorð frá politisku skipanini, ber sumt kanska brá av gitingum, men eg havi kortini frætt okkurt smávegis um gongdina í hesum máli.

Eisini havi eg frætt ymiskt frá suðuroyingum, sum undirbyggir nógv av tí, eg skrivi. 

Sjálvt um vit onki vita, uttan at Suðuroyartunnilin einaferð verður veruleiki, so hava vit enn eina vón, sjálvt um hon er ógvuliga lítil.

Við heilsan
Harry Jensen

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

12 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Inga Maria og Joan eru valdar á vikuliðið í Íslandi

42 minuttir síðan
Tíðindi

Er Taxi Driver besti filmur?

1 tími síðan
Tíðindi

Guðrið Hansdóttir syngur á íslendskum

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: HF Karlskrona vann annan dystin á rað

2 tímar síðan
Tíðindi

Smyril broytir ella avlýsir møguliga leygardagin

2 tímar síðan
Tíðindi

Niels Juel Arge - Heim: Fagnaður til Føroyar

3 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Kyndil vann á KíF

3 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Kyndil vann tepran sigur á KÍF

3 tímar síðan
Tíðindi

Fólkadansur – familjudansur í Vági: børn og vaksin dansa saman

3 tímar síðan
Tíðindi

Stórhvalagildi á Kambsdali

3 tímar síðan
Fótbóltur

Conference League: Mjällby tók ikki av málmøguleikunum

4 tímar síðan
Tíðindi

Ph.d.-verja: Rógvi Olavson

4 tímar síðan