info
Ongi úrslit

Tað skal ikki longur kosta fleiri túsund krónur at sleppa til skips

info
Áki Bertholdsen
7. mars 2019 kl. 08:14
Vanligir fiskimenn eru teir einastu, sum mugu gjalda fyri sína útbúgving og tað vil Fólkaflokkurin nú hava broytt. Tí halda tey, at tá ið ungfólk fara til skips skal tað verða ókeypis hjá teimum at fáa trygdarskeið og nú hevir Fólkaflokkurin eisini lagt uppskot fyri Løgtingið at fáa hetta broytt. – Vit rósa okkum ofta av, at í okkara landi er tað ókeypis at fáa sær eina útbúgving. Hjá einum næmingi á Glasi, er skúlagondin ókeypis, umframt at næmingurin eisini fær lestrarstuðul. Fer næmingurin síðania á Fróðskaparsetrið, er tað sama galdandi. – Ein, sum fer á Vinnuháskúlan at lesa til skipsførara ella maskinmeistara, fær eisini skúlagongdina ókeypis, umframt at fáa lestrarstuðul alla skúlatíðina. – Men vilja ungdómar til skips, er tað krav at tey fara á trygdarskeið. Øll, sum sigla við skipum, skulu á skúlabonk at læra um trygd, áðrenn tey sleppa at mynstra. Men tá ið tey eru liðug, fáa tey eina rokning upp á 6.500 krónur fyri trygdarskeiðið, sum myndugleikarnir krevja- Fólkaflokkurin spyr, hví sjófólk skulu verða tey einastu, sum skulu rinda fyri skúlagongdina, og tað halda tey er órímiligt, og tí vilja tey hava Løgtingið at samtykkja, at trygdarskeiðið skal vera ókeypis. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, vísir eisini á, at summir fólkaskúlar bjóða næmingunum ókeypis, ella partvíst ókeypis, trygdarskeið. Men spurningurin er, um ikki allir skúlar skuldu verið álagdir at bjóða næmingunum ókeypis trygdarskeið, leggur hann afturat. Hann vísir á, at tað er mangan trupult hjá fiskiskipum at fáa manning. Hann heldur, at kravið um at tey sum vilja til skips, skulu rinda 6.500 fyri eitt trygdarskeið, er ein partur trupulleikanum. Hann ásannar, at hetta verður ein útreiðsla fyri Landskassan, men hann heldur, at ein partur av tilfeingisgjaldinum kann brúkast til endamálið. Eisini eitt annað uppskot er í Løgtinginum um at gera tað lættari at fara til skips. Les meiri her: Tað skal verða lættari og bíligari at sleppa til skips

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

23 tímar síðan

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Svøríki hevur fingið fulla úrtøku í Nations League

34 minuttir síðan
Tíðindi

Nokta seg sek­ar í álvar­sama máli­num um rán og eld­áseting

58 minuttir síðan
Hondbóltur

Óli skoraði og legði upp til 11 mál í oddadystinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Samhaldsfasti hækkar gjaldið upp í 6.830 krónur

3 tímar síðan
Tíðindi

Bretska sendikvinnan vitjað Løgtingið

4 tímar síðan
Tíðindi

Alt ov dýrt at koyra gjøgnum Eysturoyar­tunnilin

4 tímar síðan
Tíðindi

Fimm hand­tikn­ir við hern­að­ar­flog­støð leys­latnir

5 tímar síðan
Tíðindi

Tøknin gevur og tekur

6 tímar síðan
Tíðindi

Aksel leggur uppskot til fíggjarlóg fram mikudagin

6 tímar síðan
Tíðindi

Undirvísingar­stýr­ið og Nám verða løgd saman

7 tímar síðan
Tíðindi

Tiltrongdar dagføringar á spæliplássi

7 tímar síðan
Tíðindi

12 tilflytarar møttu til fyrsta fundin á Kambsdali

8 tímar síðan