info
Ongi úrslit

Nokta seg sek­ar í álvar­sama máli­num um rán og eld­áseting

Nevningatingið móti tveimum monnum, sum eru ákærdir fyri serliga grovan og ráan harðskap, rán, hóttan og roynd at seta eld á eini sethús í Havn, byrjaði í Føroya Rætti í morgun. Báðir nokta seg sekar.

Eirikur Lindenskov
28. september 2026 kl. 21:25

Tað er eitt av størri revsimálunum í Føroya Rætti í seinastuni, sum byrjaði í morgun.

Tveir menn, 53 og 37 ára gamlir, sita á ákærubeinkinum. Teir eru sambært Kringvarpinum ákærdir fyri serliga grovan og ráan harðskap, rán og fyri at royna at seta eld á. Annar teirra er eisini ákærdur fyri hóttan.

Málið stavar frá eini álvarsamari hending í einum sethúsum í Tvørgøtu í Havn 18. februar í ár. Sum in.fo skrivaði í síðstu viku, fekk løgreglan beint fyri klokkan 18 henda dagin fráboðan frá einum manni, sum segði seg vera álopnan í sínum egna heimi. Tá løgreglan kom á staðið, var eldur í húsinum, og maðurin var framvegis inni og illa viðfarin.

Sligin og sparkaður í høvdið

Nú ákæruritið er lisið upp í rættinum, eru fleiri upplýsingar komnar fram um, hvat ákæruvaldið heldur fór fram í húsunum.

Sambært Kringvarpinum eru menninir ákærdir fyri at hava sligið og sparkað húsánaran nógvar ferðir. Hann skal millum annað hava verið sligin og sparkaður í høvdið og andlitið.

Teir eru eisini ákærdir fyri at hava rænt øl og cider, heilivág, pengar og gjaldskort frá manninum.

Annar ákærdi skal harumframt hava hótt mannin við at drepa hann, um hann segði løgregluni frá.

Settu eld á song og troyggju

Ákæran fevnir eisini um roynd at seta eld á húsini.

Sambært ákæruritinum festu menninir í eina song og eina troyggju. Eldurin varð tó sløktur, áðrenn hann breiddi seg meira.

Í ákæruritinum stendur eisini, at roykurin frá eldinum var eitraður.

Ein maður varð handtikin stutt eftir hendingina 18. februar, og dagin eftir varð hin maðurin handtikin. Teir hava sitið varðhaldsfongslaðir síðani.

Báðir menninir nokta seg sekar.

Nevningating alla vikuna

Talan er um nevningating. Tá ákæruvaldið krevur, at eitt revsimál verður viðgjørt sum nevningating, er kravið um revsing sambært Kringvarpinum í minsta lagi fýra ára fongsul.

Føroya Rættur hevur sett alla vikuna av til málið. Rættarfundir eru frá klokkan 9.15 til 15 frá í dag og til og við fríggjadagin 2. oktober.

Sambært rættarskránni eru tilsamans 28 tímar og 45 minuttir settir av til viðgerðina.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

23 tímar síðan

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Svøríki hevur fingið fulla úrtøku í Nations League

34 minuttir síðan
Hondbóltur

Óli skoraði og legði upp til 11 mál í oddadystinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Samhaldsfasti hækkar gjaldið upp í 6.830 krónur

3 tímar síðan
Tíðindi

Bretska sendikvinnan vitjað Løgtingið

4 tímar síðan
Tíðindi

Alt ov dýrt at koyra gjøgnum Eysturoyar­tunnilin

4 tímar síðan
Tíðindi

Fimm hand­tikn­ir við hern­að­ar­flog­støð leys­latnir

5 tímar síðan
Tíðindi

Tøknin gevur og tekur

6 tímar síðan
Tíðindi

Aksel leggur uppskot til fíggjarlóg fram mikudagin

6 tímar síðan
Tíðindi

Undirvísingar­stýr­ið og Nám verða løgd saman

7 tímar síðan
Tíðindi

Tiltrongdar dagføringar á spæliplássi

7 tímar síðan
Tíðindi

12 tilflytarar møttu til fyrsta fundin á Kambsdali

8 tímar síðan
Fótbóltur

U19-landsliðið tapti stórt fyri Írlandi

8 tímar síðan