Í annaðkvøld klokkan 18 spælir føroyska U21-landsliðið tíggjunda og seinasta EM-undankappingardystin í bólki 3.
Dysturin verður móti Íslandi.
Higartil hevur talan verið um stigamet við 12 stigum hjá U21-landsliðnum, og kann liðið betra um stigametið við javnleiki ella sigri í annaðkvøld.
Ísland hevur 15 stig, og teir kunnu vinna seg til Play Off umfarið við einum sigri á Føroyum, um Frakland á heimavølli vinnur á Sveis. Sveis hevur 17 stig undan dystinum.
Tá Føroyar á útivølli vunnu 2-1 á Íslandi 4. september í fjør vóru tað núverandi A-landsliðsleikararnir, Áki D. Samuelsen og Mattias Hellisdal, ið syrgdu fyri málunum.
Tað verður ein maltesiskur dómari, ið kemur at leiða dystin millum Føroyar og Ísland. Talan er um 38 ára gamla, Matthew De Gabriele. Hann hevur verið altjóða dómari síðani 2019.
Tá føroyska A-landsliðið á Tórsvølli 13. oktober í 2024 leikti javnt 1-1 móti Lettlandi í dysti í deild C í Nations League var Matthew De Gabriele fjórði dómari.
Tá Áki D. Samuelsen og liðfelagarnir í Mjällby í øðrum umfarinum í Champions League 21. juli vunnu 3-0 á Lincoln Red Imps í Hällevik leiddi Matthew De Gabriele dystin. Áki skoraði tvey mál í tí dystinum.
FØROYAR-ÍSLAND:
Dómari: Matthew De Gabriele MLT
Hjálpardómari 1: Jurgen Spiteri MLT
Hjálpardómari 2: Mitchell Scerri MLT
Fjórði dómari: Fyodor Zammit MLT
UEFA dómaraeygleiðari: Georgi Yordanov BUL
UEFA umboð: González García ESP