info
Ongi úrslit

Tættari samband við Bretland

Okkara nærmasti og nógv størsti granni er Bretland. Har búgva næstan 70 milliónir fólk.

Ben Arabo
3. juni 2026 kl. 15:48

Í dag er støðan tann, at vit innflyta ov lítið úr Bretlandi, og sambandið millum Føroyar og Bretland er alt ov vánaligt, hóast vit útflyta nakað til Bretlands.
Bretland er tað landið uttanfyri Føroyar, har eg havi búð longst. Eg øtist við, hvussu vánaligt sambandið er, og hvussu lítið vit í Føroyum fylgja við í tí sum fyriferst hjá okkara nærmasta granna. Vit føroyingar vita meir um, hvør er við í danska X faktor, enn hvør situr í stjórn í Bretlandi. Kringvarpið brúkti danska Ritzau sum keldu, tá forkvinnan í skotska tjóðskaparflokkinum fór frá, heldur enn at citera bretskar miðlar.
Vit innrætta okkum í nógvum førum, sum Danmark er einasta portur út í heimin, og sum um at vit noyðast at keypa somu vørur, sum man keypir í Danmark.
Hygg at Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum kopierar ávaringar frá danska Fødevarestyrelsen, hvørja ferð okkurt markvirði í onkrum vistfrøðiligum műsli er eitt sindur við síðirnar av. Hvat við matvørum, ið verða innfluttar úr Bretlandi? Har er ikki nógv í løtuni, men vónandi verður tað nógv meir í framtíðini. Skal so Heilsufrøðiliga Starvsstovan kopiera frá heimasíðuni hjá bretska Food Standards Agency, hvørja ferð okkurt slag av tofu er skeivt merkt?
Bretland er ein nógv størri og meira fjøltáttaður marknaður enn Danmark nakrantíð fer at gerast, og um ungdómur vil royna seg í vinnu, mentan ella gransking, so eru møguleikarnir risastórir í Bretlandi við sinum 70 milliónum fólkum, og tí sambandi Bretland hevur til allan heimin.
Tað er ikki tí, at eg havi ein trupulleika við samhandli við Danmark, men tað má verða tí, at tað loysir seg, heldur enn av gomlum óvana. Tað skal so ikki verða tí, at almennu Føroyar ikki duga at hyggja út í heim, uttan ígjøgnum eitt danskt filtur.
Eg haldi, at vit politiskt eiga at leggja okkum eftir at økja um alt samband við Bretland, bæði handilsliga, útbúgvingarliga og mentanarliga. Vit eiga at banka á allar dyr hjá bretum fyri at fáa sum mest av samhandli við so fríari atgongd sum gjørligt fyri vørur og tænastur báðar vegir.
Alt fyri einar liviligari - og fyri brúkaran - bíligari Føroyar.

Ben Arabo
 

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

11 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Er Taxi Driver besti filmur?

24 minuttir síðan
Tíðindi

Guðrið Hansdóttir syngur á íslendskum

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: HF Karlskrona vann annan dystin á rað

1 tími síðan
Tíðindi

Smyril broytir ella avlýsir møguliga leygardagin

1 tími síðan
Tíðindi

Niels Juel Arge - Heim: Fagnaður til Føroyar

2 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Kyndil vann á KíF

2 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Kyndil vann tepran sigur á KÍF

2 tímar síðan
Tíðindi

Fólkadansur – familjudansur í Vági: børn og vaksin dansa saman

2 tímar síðan
Tíðindi

Stórhvalagildi á Kambsdali

2 tímar síðan
Fótbóltur

Conference League: Mjällby tók ikki av málmøguleikunum

3 tímar síðan
Tíðindi

Ph.d.-verja: Rógvi Olavson

3 tímar síðan
Hondbóltur

Óli og liðfelagarnir vunnu seg víðari í Champions League

3 tímar síðan