info
Ongi úrslit

Talv: Vónbrot í Chennai

Føroyar taptu 3-1 fyri Uganda í ellinta og seinasta umfari á talvolympiaduni í India í dag

Tróndur Arge
9. august 2022 kl. 15:11

Føroyar taptu 3-1 fyri Uganda í ellinta og seinasta umfari á talvolympiaduni í India í dag, skrivar Talvsambandið í tíðindaskrivi í dag. Føroysku telvararnir høvdu hægri styrkital á øllum fýra borðum móti Uganda, men ongum eydnaðist at vinna. Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen telvaðu javnt á ovaru borðunum, men á niðaru borðunum taptu Rógvi Egilstoft og John Rødgaard.

Ósigurin ber í sær, at Føroyar enda nummar 108 av teimum 188 liðunum í almennu kappingini. Vit vóru styrkismettir nummar 60. Føroyar vunnu fýra dystir, taptu fimm og spældu tveir javnar. Vit fingu tíggju dystarstig í alt. Vit møttu bara trimum liðum, sum vóru styrkismett ovari enn vit. Fýra ferðir møttu vit liðum, styrkismett niðari enn vit, uttan at vinna.

Allir á føroyska liðnum ganga aftur í rating. Luitjen Akselsson Apol missir 110 stig, John Rødgaard 43, Høgni Egilstoft Nielsen 20, Rógvi Egilstoft 10 og Helgi Dam Ziska missir 6 ratingstig.

Einstøku úrslitini hjá føroysku telvarunum vóru hesi:

1. Helgi Dam Ziska 7/10

2. Høgni Egilstoft Nielsen 4½/10

3. Rógvi Egilstoft 5½/9

4. John Rødgaard 3½/9

5. Luitjen Akselsson Apol 1/6

Usbekistan vann

Tað er einki minni enn ein sensasjón, at Usbekistan hevur vunnið talvolympiaduna. Teir vóru styrkismettir nummar 14, men hava tikið øll á bóli. Teir eru ósigraðir í kappingini. Móti báðum indisku liðunum og USA var javnleikur 2-2, hinar dystirnar vunnu teir allar - m.a. 4-0 á Føroyum í øðrum umfari.

Venjari og úttøkumaður hjá usbekiska landsliðnum er Ivan Sokolov, sum fleiri ferðir var í Føroyum í 90-árunum.

Møguleikin fyri einum nýggjum OL-gullvinnara var til staðar, nú tveir av størstu favorittunum, Russland og Kina, ikki vóru við í India. Altjóða talvsambandið FIDE hevur boykottað Russland vegna kríggið í Ukraina,  Kina, sum vann OL seinast, tykist hava givið avboð í samhuga við Russlandi.

Ein onnur sólskinsøga er framúrskarandi úrslitið hjá Moldova, sum endaði nummar seks. Teir vóru styrkismettir numar 48. Bara ein stórmeistari er á liðnum - Vladimir Hamitevici, sum hevur telvað á 1. borði hjá Klaksvíkar Talvfelag í føroysku landskappingini. Hann var sigursharri í flotta sigrinum á Onglandi í dag, tá hann feldi Luke McShane á 2. borði.

Vánaliga úrslitið hjá Norra man koma mongum dátt við. Teir vóru styrkismettir nummar trý, høvdu heimsmeistaran Magnus Carlsen á 1. borði, men endaðu nummar 59. Carlsen var ikki við í síðsta dystinum í dag.

Úrslit og endaliga støðan:

Usbekistan-Holland 2½-1½

India-USA 2-2

Armenia-Spania 2½-1½

India B.-Týskland 3-1

Ongland-Moldova 1½-2½

 

1. Usbekistan 19 (gull)

2. Armenia 19 (silvur)

3. India 2 18 (bronsa)

4. India A 17

5. USA 17

6. Moldova 17

37. Svøríki

40. Ísland

45. Danmark

59. Norra

61. Finnland

108. Føroyar

188 lið í alt.

Ukraina vann kappingina hjá kvinnunum. Talvolympiada verður aftur um tvey ár. Ungarn skipar fyri, og Budapest verður vertsbýur í september 2024.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Melania Trump: Vápna­hvíld­in í Ukra­ina er víðkað

42 minuttir síðan
Lesarabrøv

Skal tað loysa seg at arbeiða – ella at eiga?

1 tími síðan
Tíðindi

Kanningar á val­støð­um: Eing­in greið­ur vinn­ari í Ísrael

1 tími síðan
Fótbóltur

U17-landsliðið tapti greitt fyri Rumenia

1 tími síðan
Tíðindi

Ísrael noktar at leingja atkvøðugreiðsluna

1 tími síðan
Fótbóltur

Dysturin B68-NSÍ byrjar longu klokkan 14 leygardagin

2 tímar síðan
Tíðindi

Lavrov: Einki nýtt kom burtur úr samrøðuni við Putin

2 tímar síðan
Tíðindi

Óvanliga stór valluttøka í Ísrael

3 tímar síðan
Tíðindi

Troels Lund: Álitisbrot kostaði Preben Bang limaskapin

4 tímar síðan
Tíðindi

Preben Bang: Eg eri koyrdur úr Venstre

4 tímar síðan
Tíðindi

Lavrov: Ukraina-kríggið heldur fram og fer helst at mennast

4 tímar síðan
Tíðindi

Føroyingur heldur høvuðsfyrilestur á ársfundi WHO Europe

4 tímar síðan