info
Ongi úrslit

Tarira kemur heim við trimum virðislønum

Tað gekk framúrskarandi væl hjá føroyska kórinum Tarira undir leiðslu av Bernharður Wilkinson í kvøld, tá ið allar virðislønirnar vóru avdúkaðar til finalu-handanina á Kalamata International Choir Competition and Festival.

Eirikur Lindenskov
11. oktober 2026 kl. 21:21

Tarira vann fyrsta pláss fyri blandað kór í kategori A1, ovasta torleikastig, og annað pláss í kategori 'sakralur tónleikur', somuleiðis á ovasta torleikastigi. 

Harumframt fekk Tarira eina heilt serliga virðisløn fyri 'stylistically outstanding interpretation' fyri renessansu verkið Laudibus in sanctis eftir William Byrd.

"Vit høvdu kensluna av at tað gekk væl til framførslurnar, men at vit fóru at fáa bæði fyrsta pláss, eitt annað pláss og eina serliga virðisløn høvdu vit ikki torað at droymt um. Heili 38 kór úr 16 londum luttóku og støði var sera høgt, so vit eru heilt ótrúliga glað og stolt, og halda at vit hava umboðað føroyskan kórsang á besta hátt" sigur ein sera fegin forkvinna, Píl Reinert. 

Mest lisið hesa vikuna

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

KÍ skal hava nýggjan venjara

9. oktober kl. 12:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Grøn orka loysir seg

1 minuttur síðan
Fótbóltur

VIDEO: Sandnes ULF javnaði til 1-1 í yvirtíðini

14 minuttir síðan
Tíðindi

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

16 minuttir síðan
Tíðindi

Jóanis hevur funnið dreyma­garð­in í Skúvoy

35 minuttir síðan
Tíðindi

Trump lýs­ir orku­vápna­hvíld – Russ­land held­ur fram við álopum

1 tími síðan
Fótbóltur

Nú sær tað heilt svart út á Svangaskarði

1 tími síðan
Fótbóltur

Europa er aftur í eygsjón hjá B36

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: B36 vann 2-1 á Argjum

2 tímar síðan
Tíðindi

14.000 vilja steðga laksa­al­ing í Seyðis­firði

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ vann 3-0 móti HB

2 tímar síðan
Hondbóltur

THW Kiel vann og Füchse Berlin tapti

3 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF vann aftur við 11 málum

3 tímar síðan