info
Ongi úrslit

Tesla endar árið við at seta met

Seinastu tríggjar mánaðirnar av 2020 rullaðu 180.570 bilar út av verksmiðjunum í Kina og Kalifornia.

Eirikur Lindenskov
3. januar 2021 kl. 08:04
El-bilaframleiðarin Tesla setti met í tali av framleiddum bilum í fjórða ársfjórðingi við næstan 181.000. Í alt 2020 framleiddi amerikanska felagið 499.550 bilar. Tað vóru 450 færri enn málið, ið felagið setti sær upp á eina hálva millión. Í 2019 seldi Tesla 368.000 bilar. Á sosialu miðlum verður felagið heiðrað av el-bilafjepparum og íleggjarum fyri at hava klárað seg væl í einum ári, har nógvir aðrir bilaframleiðari vegna koronufarsóttina hava havt fallandi sølu, hall og órógv í altjóða veitingarketunum. Stovnarin og stjórin Elon Musk er errin av úrslitinum og metir tað í einum tweeti sum »ein stórur marknasteinur«. – Tá Tesla byrjaði, roknaði eg optimistiskt við 10 prosent møguleika fyri at yvirliva, skrivar hann harafturat sambært tíðindastovuni Reuters. Men Tesla hevur meira enn klárað seg. Seinasta árið er partabrævakursin farin til tops við 700 prosentum, felagið hevur fimm ársfjórðingar á rað havt yvirskot, og í desember varð Tesla tikið við í stóra amerikanska partabrævaindeksið S & P 500. Sjeyfaldingin av partabrævakursinum merkir, at partabrævavirðið hjá Tesla – samlaða virði av felagsins partabrøvum – var upp á umleið 670 milliardir dollarar við árslok 2020 sambært tíðindastovuni dpa. Harumframt hevur kurshækkingin gjørt tann 49 ára gamla Elon Musk til ein av heimsins ríkastu persónum. Elon Musk eigur 21 prosent av partabrøvunum, og í desember uppgjørdi blaðið Forbes ogn hansara til 144,7 milliardir dollarar. Tað er bara Amazon stovnarin Jeff Bezos, sum sambært Forbes er ríkari allari í verðini við 185,5 milliardum dollarum Orsøkin til høga talið av Teslabilum undanfarna ár er millum annað ein nýggj verksmiðja í Shanghai í Kina, sum er einasta framleiðsluverksmiðja uttan fyri Palo Alto í Kalifornia. 10 Teslabilar vórðu seldir í Føroyum í fjør. /ritzau/ 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Hillerød er bert eitt stig frá ovara endaspælinum

1 tími síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Gyltu misti alt á gólvið seinasta minuttin

2 tímar síðan
Fótbóltur

Thomas Bjørn Miezan skiftir til AB

3 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir hevur skotið 64 mál í átta dystum

3 tímar síðan
Fótbóltur

Fyrsta tapið hjá SV Ried síðani 30. august

4 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: EB vann á StÍF í bólki 2

4 tímar síðan
Tíðindi

Upp í 4,5 milliónir seiðir burturbeindir á hvørjum ári

5 tímar síðan
Tíðindi

Champions League: Marita var næstbesti málskjúttin hjá Nykøbing-Falster

5 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Västerås brendi tvey brotsspørk - Mjällby sleppur undan niðurflyting

6 tímar síðan
Tíðindi

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

6 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Andriasi er ósigrað í fimm teimum seinastu dystunum

7 tímar síðan
Tíðindi

J&K Petersen fær nýggjar eigarar

7 tímar síðan