info
Ongi úrslit

Tey fyrstu fáa sproytuna ímillum jól og nýggjár

Korona: Enn er óvist, nær vit hava nokk av koppingarevni til at koppseta øll, sigur landsstýrismaðurin

Áki Bertholdsen
17. desember 2020 kl. 15:40
Tað verður longu ímillum jól og nýggjár, at teir fyrstu føroyingarnir verða koppsettir fyri koronu. Tað sigur Kaj Leo Holm, Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Hann sigur, at teir fyrstu skamtirnir av koppingarevninum koma til Føroya annan jóladag, og so verður farið undir at koppseta fólk alt fyri eitt. Tey fyrstu, sum fáa møguleikan, vera heilsustarvsfólk og røktarstarvsfólk og tá ið tað er liðugt at koppseta tey, verða tað tey eldri og tey veik, sum eru í vandabólki, ið eiga tørn, og at enda verður tað tann breiða fjøldin, sum fær tilboðið um at verða koppsett. Men koppingarevnið kemur til Føroya í smáum, og tað ikki greitt, akkurát nær vit fáa okkara part. Men koppingarevni verður gjørt við fullari megi, so tað gongur skjótt, og tí væntar landsstýrismaðurin, at farast kann eisini undir at koppseta eldri og heilsuveik fólk longu í næsta mánað. Í sendingini, sum kemur annan jóladag, eru 4.800 skamtir og tað røkkur til at koppseta 2.400 fólk, tí tað neyðugt at koppseta tvær ferðir við trimum vikum ímillum. Tey fyrstu, sum verða koppsett, eru sostatt: – Kommunlæknar og teirra starvsfólk. – Læknavaktin. – Bráðmóttøkan á Landssjúkrahúsinum, tað er starvsfólkið á G1. – Skaðastovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. – Skaðastovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi. – Sjúkraflutningstænastan. – Koronudeildin. – Tey, ið taka royndir við at pota. – Heilsu- og røktarstarvsfólk á røktar- og ellisheimum.  Starvsfólk í eldrarøktini verða koppsett í serligum hølum í Havn. Í Vágum og Sandoynni verður koppsett í bili, og annars fer koppsetingin fram á teimum trimum sjúkrahúsunum. – Talan er um vaksinu, ið nevnist Tozinameran, og sum heilivágsfyritøkunurnar Pfizer og BioNTech, hava ment í felag, og hon er virkar væl, tí hvørja ferð 100 fólk verða koppsett, vera tey 95 vard fyri koronu. – Tað er ein stórur lætti, at vit nú fáa vart okkum fyri hesi óhugnaligu sjúkuni, og at koppsetingin kann byrja longu um eina viku ella gott tað, sigur landsstýrismaðurin. Men hann ávarar samstundis fólk ímóti at sleppa endanum mugu ikki gloyma, at vit samstundis eru mitt í einari tíð, har smittuvandin helst er serliga stórur orsakað av jólunum og samveru í tí sambandinum. Tí er tað sera umráðandi, at vit ikki sleppa endanum nú. – Vit mugu minnast til, at koppsetingin verjir fólk ímóti at verða smitta, men hon nyttar onki hjá teimum, sum longu er smittað, sigur hann. Tí ræður tað framvegis um at vera sera varin og at fylgja øllum koronu-tilmælunum, leggur landsstýrismaðurin í heilsumálum dent á.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

8 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Liðið hjá Hanusi tapti fyri 2. deildarliði í steypakappingini

1 tími síðan
Fótbóltur

BK Häcken er bert eitt stig frá at tryggja meistaraheitið

2 tímar síðan
Hondbóltur

Valur vann triðja sigurin á rað

2 tímar síðan
Tíðindi

VIDEO: Nýggjur ÍF-sangur hjá Rógva á Lakjuni

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Västerås tapti fyri botnproppinum á heimavølli

3 tímar síðan
Fótbóltur

Árni Nóa mátti út við skaða

4 tímar síðan
Tíðindi

Gunnvá Zachariasen fær Mentanarvirðisløn landsins

4 tímar síðan
Fótbóltur

Fridrikka vann bronsu í sínum fyrsta kappingarári í Íslandi

4 tímar síðan
Tíðindi

Allar fasadur­nar á Al­bert Hall skulu skiftast

4 tímar síðan
Tíðindi

Kári Bæk fær Heiðursgávu landsins 2026

5 tímar síðan
Tíðindi

Eli Tausen á Lava fær virðislønlandsins til ungt listafólk

5 tímar síðan
Tíðindi

Sigrun Gunnarsdóttir fær Sømdargávu landsins

5 tímar síðan