Maðurin varð upprunaliga handtikin gjáranáttina, tí hann ikki aktaði boðini frá løgregluni um at halda seg burtur frá einum ávísum staði.
Eftir at hava sitið varðhaldsfongslaður um náttina varð hann latin leysur klokkan 10 í gjáramorgunin.
Men sambært løgregluni dugdi maðurin framvegis ikki at bera seg at. Bert fýra tímar seinni, klokkan 14, varð hann tí handtikin aftur.
Hann varð aftur skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar og varð hildin aftur, til hann var vorðin ordiliga edrúur.
Les eisini: Vildi ikki halda seg burtur – endaði í brummuni