info
Ongi úrslit

Eldur kom í bil í Norð­oya­tunli­num

Nógvur roykur var í Norðoyatunlinum, tá eldur kom í ein bil umleið mitt í tunlinum í gjárkvøldið. Undir uppruddingini hendi eisini eitt ferðsluóhapp.

© (savnsmynd)
Eirikur Lindenskov
4. oktober 2026 kl. 09:57

Klokkan 23.41 í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var í einum bili í Norðoyatunlinum.

Bilurin stóð umleið mitt í tunlinum, og so nógvur roykur var, at fráboðarin fór í ein annan bil og koyrdi út. Á vegnum vórðu onnur biðin um at venda við og fara úr tunlinum.

Bummarnir fóru síðan niður, so eingin ferðsla slapp inn.

Sløkkiliðið fór inn í tunnilin Leirvíksmegin, tí vindurin førdi roykin móti Klaksvík. Vifturnar í tunlinum vórðu tendraðar av politistøðini og leiddu roykin rætta vegin.

Sambært løgregluni riggaði trygdarskipanin væl, og tað gekk væl at sløkkja eldin og fáa bilin út úr tunlinum.

Talan var ikki um ein elbil. Orsøkin til eldin er ikki kend og verður nú kannað, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Bilur rendi á undir uppruddingini

Meðan ruddað varð eftir eldin, kom ein bilur koyrandi. Bilførarin sá fólk á vegnum og bremsaði, men bilurin aftanfyri rendi upp í reyvina á honum.

Einasti tekniski trupulleikin í sambandi við eldin í tunlinum var, at bummurin Klaksvíksmegin ikki vildi uppaftur eftir hendingina. Hetta verður nú rættað.

Løgreglan vísir á, at verður neyðtelefonin í tunlinum tikin, fara bummarnir sjálvvirkandi niður. Teir kunnu eisini stýrast frá politistøðini, sum teir vóru í hesum føri, tá fráboðarin ringdi við egnari fartelefon og boðaði frá.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

13 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

15 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

B36 fekk fulla úrtøku móti AB

17 minuttir síðan
Lesarabrøv

Vit skulu hava meira frælsi, ikki minni

25 minuttir síðan
Tíðindi

Nærum 900 fleiri fólk – men vøkstur er ikki allastaðni

42 minuttir síðan
Tíðindi

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

1 tími síðan
Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

1 tími síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

2 tímar síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

2 tímar síðan
Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

3 tímar síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

3 tímar síðan
Tíðindi

Triðheitasti september í Evropa

3 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria var kosin at vera besti leikarin

4 tímar síðan
Tíðindi

Kallas fegnast um vápnahvíld men ivast í Russlandi

5 tímar síðan