info
Ongi úrslit
© Amanda Perobelli/Reuters/Ritzau Scanpix
Luiz Inácio Lula da Silva á veljarafundi í São Paulo leygardagin. Hin 80 ára gamli forsetin stillar upp til sítt fjórða valskeið.

Lula og Bolsonaro bresta saman í tøttum forsetavali

Brasil fer í dag á forsetaval. Hóast 12 valevni eru, stendur stríðið í høvuðsheitum millum sitandi forsetan, Luiz Inácio Lula da Silva, og Flavio Bolsonaro, son fyrrverandi forsetan Jair Bolsonaro.

Eirikur Lindenskov
4. oktober 2026 kl. 10:45

Brasilska forsetavalið kann fáa avgerandi týdning fyri, um fólkaríkasta landið í Sðuramerika eisini fer tann politiska høgravegin, sum fleiri lond í økinum hava valt seinastu tíðina.

Donald Trump, forseti í USA, hevur fegnast um hesa gongdina.

Úr bygdum langt inni í Amazonas-regnskóginum til landbúnaðarøkini har suðuri og tættbygdu fátækrabýlingarnar í stórbýunum skulu brasilianar velja millum tvey sera kend eftirnøvn.

Hin 80 ára gamli vinstravendi Lula roynir at verða valdur til eitt fjórða og seinasta valskeið sum forseti. Undan valinum hevur hann ávarað um, at brasilska sjálvræðið er í vanda vegna trýst frá Donald Trump.

Men Lula fær harða kapping frá 45 ára gamla høgravenda senatorinum Flavio Bolsonaro.

Hann er sonur fyrrverandi forsetan Jair Bolsonaro, sum situr ein 27 ára langan fongsulsdóm fyri eina miseydnaða roynd at fremja stjórnarkvett í sambandi við valið í 2022.

Annað valumfar væntandi

Sambært nýggjastu veljarakanningunum fær hvørgin av teimum báðum fremstu valevnunum tey 50 prosentini av atkvøðunum, sum skulu til fyri at vinna í fyrra valumfar.

Tí verður roknað við, at annað og avgerandi valumfarið verður sunnudagin 25. oktober.

Valstríðið hevur verið merkt av gølum og persónligum álopum heldur enn politiskum uppskotum og lyftum.

Lula hevur kallað Bolsonaro ein týdningarleysan persón, sum ikki eingongd hevði verið skikkaður til eitt starv sum húsavørður.

Bolsonaro hevur roynt at víst seg sum hóvligari enn stríðshugaði pápin. Hann hevur afturímóti kallað Lula ódugnaligan.

– Brasil orkar teg ikki longur, hevur Bolsonaro sagt við Lula undir valstríðnum.

Flavio Bolsonaro á veljarafundi í Rio de Janeiro leygardagin. Høgravendi senatorurin er sonur fyrrverandi forsetan Jair Bolsonaro, sum er dømdur fyri eina miseydnaða roynd at fremja stjórnarkvett. (Mynd: Douglas Shineidr/Ritzau Scanpix)

Trump sæst aftur í valstríðnum

Lula gjørdi politiskt comeback í 2022. Áðrenn tað hevði hann sitið meira enn 18 mánaðir í fongsli í sambandi við eitt stórt mutursmál.

Dómurin varð ógildaður í 2021 vegna feil í rættargongdini.

Í triðja forsetaskeiði sínum hevur Lula millum annað sett sosialar hjálparskipanir í verk aftur og avmarkað oyðingina av Amazonas-regnskóginum.

Donald Trump hevur eisini havt ein sjónligan leiklut í brasilska valstríðnum. Myndir av amerikanska forsetanum og amerikonsk fløgg hava verið sjónlig á veljarafundum hjá Bolsonaro.

Flavio Bolsonaro hevur víst seg at vera ein álvarsamur avbjóðari hjá sitandi forsetanum. Tað er hóast, at hann verður kannaður fyri møguligt mutur í sambandi við fíggingina av filminum Dark Horse, sum snýr seg um pápa hansara.

Bolsonaro hevur lovað at stramman fíggjarpolitikk og at seta hart inn móti kriminaliteti.

Brasilski veljarin skal í dag ikki bara velja forseta. Eisini skulu guvernørar, 513 limir í Undirhúsinum og 81 limir í Senatinum veljast.

Ritzau/AFP

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

13 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

15 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

B36 fekk fulla úrtøku móti AB

16 minuttir síðan
Lesarabrøv

Vit skulu hava meira frælsi, ikki minni

24 minuttir síðan
Tíðindi

Nærum 900 fleiri fólk – men vøkstur er ikki allastaðni

41 minuttir síðan
Tíðindi

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

1 tími síðan
Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

1 tími síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

2 tímar síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

2 tímar síðan
Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

3 tímar síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

3 tímar síðan
Tíðindi

Triðheitasti september í Evropa

3 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria var kosin at vera besti leikarin

4 tímar síðan
Tíðindi

Kallas fegnast um vápnahvíld men ivast í Russlandi

5 tímar síðan