info
Ongi úrslit

Vrakleivdir av flogfari funnar í USA

- Sjúkraflutningsflogfar við seks fólkum hvarv yvir Atlantshavinum í gjár á veg úr Bermuda til Boston, upplýsir amerikanska bjargingartænastan

Flogfarið, sum leitað verður eftir í havøkinum út fyri oynni, Nantucket, var eitt sjúkraflutningsflogfar
Vilmund Jacobsen
4. oktober 2026 kl. 12:03

Fólk hjá amerikansku bjargingartænastuni leita út fyri strondini á oynni, Nantucket í amerikanska statinum, Massachusetts.

Vraklutirnir, sum eru funnir, eru frá einum saknaðum sjúkraflutningsflogfari.

- Flogfarið við seks fólkum hvarv yvir Atlantshavinum í gjár á veg úr Bermuda til Boston, upplýsir amerikanska bjargingartænastan.

Sagt verður, at í flogfarinum vóru fýra fólk úr Kanada og tvey úr Bermuda. Tey avvarðandi hava fingið boðini um flogvanlukkuna.

Sambært bjargingartænastuni mistu loftferðslumyndugleikarnir sambandið við flogfarið, sum var eitt jetflogfar við tveimum motorum av slagnum, Gulfstream G100.

Hetta hendi tíðliga gjáramorgunin, og ljóðupptøkur frá flogleiðsluni benda á, at flogfarið fleyg inn í eitt illveður á leiðini.

- Flogskiparin segði frá trupulleikum við el-skipanini, og hann legði aftrat, at tey vóru í einari neyðstøðu, tá flogfarið nærkaðist landi, vita amerikanskir miðlar at siga.

Sum skilst, hevur amerikanska bjargingartænastan funnið leivdir av flogfarinum á leiðini, har leitað verður.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

17 tímar síðan

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

U19-landsliðið tapti fyri Sameindu Arabisku Emirríkjunum

14 minuttir síðan
Tíðindi

Eingin játtan til at byggja Tjóðleikhúsið í 2027

31 minuttir síðan
Tíðindi

Handtikin aftur fýra tímar eftir leyslating

1 tími síðan
Tíðindi

Lula og Bolsonaro bresta saman í tøttum forsetavali

2 tímar síðan
Hondbóltur

Rakul og liðfelagarnir hava enn fyrsta stigið til góðar

2 tímar síðan
Tíðindi

Eldur kom í bil í Norð­oya­tunli­num

3 tímar síðan
Tíðindi

Konfirmantar í Vesturkikrjuni í dag

3 tímar síðan
Tíðindi

Falski Lars Tvede fekk ongar pengar frá føroyingum

3 tímar síðan
Fótbóltur

Eitt sjálvmál bjargaði Piteå týdningarmikið stig móti dystarenda

4 tímar síðan
Tíðindi

Merz í Kyiv við lyfti um milliardastuðul

4 tímar síðan
Tíðindi

Jákup Eli Østerø og Óli á Grømma tala sunnudagin

4 tímar síðan
Tíðindi

Talvudagur til frama fyri sunnudagsskúlan

5 tímar síðan