info
Ongi úrslit

U19-landsliðið tapti fyri Sameindu Arabisku Emirríkjunum

Føroyar megnaðu at javna til bæði 1-1 og 2-2 undir dystinum

Mynd: FSF
Heri Á. Simonsen
4. oktober 2026 kl. 12:45

Føroyska U19-landsliðið hevur spælt triðja og seinasta venjingardystin á ferðini í Slovenia.

Fyrrapartin spældi liðið móti Sameindu Arabisku Emirríkjunum. Landið sum er upphavið til tað Manchester City vit kenna í dag.

Føroyar taptu 2-4. Emirríkini løgdu seg á odda í 14. minutti. Markus Klein Danielsen javnaði til 1-1 eitt korter seinni. Emirríkini løgdu seg á odda 2-1 stutt undan steðginum. Bert tveir minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá Ezra Lukama javnaði fyri til støðuna 2-2. Men bert seks minuttir seinni høvdu Emirríkini bæði lagt seg á odda 3-2, og høvdu økt til 4-2. Hesaferð megnaðu okkara ikki at svara aftur.

Á venjingarleguni taptu Føroyar heiðurliga 1-2 fyri vertslandinum, Slovenia og vóru fyri stórtapi 0-5 í fyrsta dystinum móti Írlandi.

Dagarnar 11. til 17. november skal U19-landsliðið taka lut í undankapping í B-liguni.

Mótstøðuliðini tá vera Serbia, Montenegro og Aserbadjan.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

17 tímar síðan

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eingin játtan til at byggja Tjóðleikhúsið í 2027

37 minuttir síðan
Tíðindi

Vrakleivdir av flogfari funnar í USA

1 tími síðan
Tíðindi

Handtikin aftur fýra tímar eftir leyslating

1 tími síðan
Tíðindi

Lula og Bolsonaro bresta saman í tøttum forsetavali

2 tímar síðan
Hondbóltur

Rakul og liðfelagarnir hava enn fyrsta stigið til góðar

2 tímar síðan
Tíðindi

Eldur kom í bil í Norð­oya­tunli­num

3 tímar síðan
Tíðindi

Konfirmantar í Vesturkikrjuni í dag

3 tímar síðan
Tíðindi

Falski Lars Tvede fekk ongar pengar frá føroyingum

3 tímar síðan
Fótbóltur

Eitt sjálvmál bjargaði Piteå týdningarmikið stig móti dystarenda

4 tímar síðan
Tíðindi

Merz í Kyiv við lyfti um milliardastuðul

4 tímar síðan
Tíðindi

Jákup Eli Østerø og Óli á Grømma tala sunnudagin

4 tímar síðan
Tíðindi

Talvudagur til frama fyri sunnudagsskúlan

5 tímar síðan