info
Ongi úrslit

VIDEO: Soleiðis tapti Kasakstan fyri Moldova í okkara bólki

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Kasakstan-Moldova 1-2 (0-1)

Mynd: Moldoviska fótbóltssambandið
Heri Á. Simonsen
4. oktober 2026 kl. 13:45

Týsdagin klokkan 15 - tað er klokkan 19 lokala kasakiska tíð - spælir føroya landsliðið fjórða dystin í hesari Nations League kappingini.

Mótstøðuliðið í bólki 3 í Nations League deild C verður Kasakstan. Vøllurin í Astana hevur graslíkið, og tað verður helst tað einasta heimliga við dystinum hjá okkara leikarum.

Tá liðini hittust á Tórsvølli 26. september endaði dysturin við javnleiki 1-1.

Føroyar hava vunnið tríggjar venjingardystir móti Kasakstan, men hava til góðar at vinna ein kappingardyst á Kasakstan. Har er talan um tveir javnleikir og ein kasakiskan sigur í trimum innanhýsis kappingardystum.

Eftir trý umfør eru leikt er støðan í bólki 3 tann, at Slovakia hevur sjey stig, Moldova hevur fýra stig, Føroyar hava trý stig (fyri tríggjar javnleikir), og Kasakstan hevur eitt stig. Tí er trýstið størst á Kasakstan undan dystinum týsdagin.

Fyrradagin tapti Kasakstan á heimavølli 1-2 fyri Moldova, ið hava í tveimum teimum seinastu dystunum prógvað, at teir eru eitt væl betri lið enn styrkismetingin boðar frá.

Kasakstan-Moldova 1-2 (0-1)
0-1 Nicky Clescenco ('45 )
0-2 Petru Popescu ('50 )
1-2 Nuraly Alip ('64 )

HER ber til frá YouTube-rásini hjá moldoviska fótbóltssambandinum at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Kasakstan og Moldova:

Mest lisið hesa vikuna

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

Ken Fagerberg er deyður

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

Roykur rekur móti bygdini á Skála

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Send nýskipanarnevndina til hús

13 minuttir síðan
Lesarabrøv

Matprísirnir hækka ikki bara, tí veðrið broytist!

22 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyar skulu hava ein felags vitlíkisskúla

25 minuttir síðan
Tíðindi

Samráðingarnar slitnaðar – sem­ings­mað­ur­ boð­sendur

55 minuttir síðan
Tíðindi

Hvarv gevur út ”Bendar eru brýr”

1 tími síðan
Tíðindi

Lutur datt av lastbili og rakti bil aftanfyri

1 tími síðan
Tíðindi

Dunga Jákup handaður mánadagin

1 tími síðan
Tíðindi

Føroyar fáa 300 tons meira av toski og svart­kalva í Grønlandi

1 tími síðan
Tíðindi

Bókaframløga – bókin „hetjur“ eftir Maigun Solmunde

2 tímar síðan
Tíðindi

Bilførari tikin til blóðroynd í Eysturoy

2 tímar síðan
Tíðindi

Margit Stóra umboðaði Føroyar á norðurlendskum ráðharrafundi

2 tímar síðan
Tíðindi

Vilja leggja øll tunn­ils­feløg­ini sam­an í eitt felag

2 tímar síðan