Triðja dystin á rað í bestu donsku hondbóltsdeildini máttu Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í TTH Holstebro av vøllinum sum tapandi liðið.
Í dag tapti Holstebro í Helsinge-høllini greitt 28-36 fyri Nordsjællandi. Í steðginum var støðan 17-14 til Nordsjælland.
Teis skoraði eitt mál upp á tríggjar málroyndir, og hann legði upp til tvey mál.
TTH Holstebro er nummar 10 í deildini við sjey stigum. Teir hava tvey stig upp til Nordsjælland, ið er á áttanda plássinum sum gevur atgongd til ovara endaspælið aftaná lokið grundspæl.
Í morgin klokkan 13.30 spæla Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus dyst á útivølli móti Ribe-Esbjerg. Klokkan 15 taka Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG móti Kolding í Arena Svendborg. Klokkan 17 spæla Pauli Rasmussen, Jákup Egholm og liðfelagarnir í TMS Ringsted dyst á útivølli móti Bjerringbro/Silkeborg. Klokkan 19 spæla Magnus Árason og liðfelagarnir í Mors-Thy dyst á útivølli móti verandi meistarunum, Aalborg.