David Geza Turi var enn einaferð besti leikarin hjá Grimsby Town, ið seinnapartin á heimavølli var fyri 0-2 tapi móti Northampton í League Two.
Grimsby hevði fleiri stórar málmøguleikar enn mótstøðuliðið, men Northampton dugdi væl betur at taka av møguleikunum.
Hjá Grimsby var talan um fjórða tapið á rað. Grimsby er nú nummar 15 í deildini við 13 stigum. Teir hava tó bert tvey stig upp til Chesterfield, ið er á gylta sjeynda plássinum við 15 stigum. Liðini á endastøðunum eitt til trý flyta beinleiðis upp í League One, meðan liðini á endastøðunum millum nummar fýra og sjey spæla uppflytingardystir.
Geza fær flottan karakter frá Flashscore fyri leikliga avrikið. Har fær hann karakterin: 8,1. Frá Sofascore fær Geza karakterin: 7,7 (av 10 møguligum). Hjá báðum er Geza besti leikarin hjá Grimsby í dag.
Longu týskvøldið klokkan 19.45 skal Grimsby Town royna at bróta óndu ringrásina aftaná fýra tap á rað. Tá verður talan um dyst á útivølli móti Rochdale.