Á fyrsta sinni hevur Føroya Styrkisamband skipað fyri FM í rørslumegi. Íðkararnir kappaðust í seks ymiskum venjingum, har styrki, úthaldni, fimi og skjótleiki vóru avgerandi.
Hjá monnunum vann Tóri Wardum Rasmussen úr ÍF Tvørmegi gull. Bárður Skorheim Guttesen vann silvur, og Eyðun Hentze Højgaard bronsu. Allir tríggir umboða ÍF Tvørmegi.
Hjá kvinnunum vann Jenny Persson úr Styrkifelagnum Stoyt gull. Kirstin Lützen og Iben Nyholm Debess, báðar úr ÍF Tvørmegi, vunnu ávikavist silvur og bronsu.
Føroya Styrkisamband takkar í einum uppslagi øllum íðkarum, hjálparfólkum og áskoðarum fyri eina væleydnaða kapping.
-
©
Samlaða støðan og øll úrslitini síggjast á úrslitasíðuni hjá Føroya Styrkisambandi.