info
Ongi úrslit

Toyota Crown: Luksus bilur frá 1982

Hjalmar Hvítklett í Havn eigur ein flottan Toyota Crown frá 1982

Magnus Gunnarsson
6. september 2025 kl. 21:45

Bilurin er gingin í arv. Tað var Hjalmar Hvítklett í Sørvági, sum var upprunaligi eigarin og keypti bilin nýggjan í 1982.

Tá Hjalmar andaðist í 1987, yvirtók versonurin Ólavur Petersen í Sørvági bilin. Hann hevði bilin til 2016, tá sonurin Hjalmar Hvítklett yngri yvirtók bilin. Hjalmar býr í Havn, hann eigur og rekur fyritøkuna Ljóð-Tøkni, sum síðan 2001 hevur leigað út og selt útgerð til ljóð, ljós og vide­o­pre­sent­a­ti­ón­ir.

Mað­urin sum vís­ir okk­um bilin, er Ól­avur Hvít­klett, sonur yngra Hjalmar Hvít­klett.

Super Sal­oon útgávan av Toyota Crown var tann fínasta útgávan við t.d. automatisk gear, servostýring, air-condition, el-síðurútum, el-antennu og eitt lítið kølirúm til at køla drykkjuvørur. Hesin hevur 2.8 litra 6-syl. motor við 146 hk.

Bilurin varð total­ren­o­ver­að­ur í 1993 og er í dag er 43  ára gam­al. Toyota Crown vóru væl­kendir bilar í Før­oy­um. Teir fyrstu komu í 1964 og vórðu nógv brúktir sum hýruvognar og rut­ubilar.

Framleiðslan av Toyota í Japan byrjaði í 1936 við modell AA. Tað var Kiichiro Toyoda sum stovnaði Toyota Motor Corporation.

Søgan um Toyota í Føroyum byrjar í 1963, tá fyrsti Toyota Stout kom til Rósing Rasmussen í Runavík, sum var Toyota umboð í Føroyum.  Í 1964 komu Toyota Crown og Toyota Corona. Í 1966 kom fyrsti Toyota Corolla.

Fyrstu Toyota í Evropa komu fyrst til Danmarkar. Hetta var í 1963, og komu teir til Føroyar sama ár. Sølan gekk so væl, at í mai 1976 kom Toyota nummar 1.000 til Føroyar. Hetta var ein Toyota Crown 2600 Super Saloon. Í 1980 yvirtók Reyni Service umboðið fyri Toyota í Føroyum.

Toyota Crown hava verið fremleiddir síðan 1955. Teir verða tó ikki seldir her um okkara leiðir.

Hjalmar er limur í Føroya Ellisakførum, har hann hevur pláss til bilin í hølunum hjá felagnum  undir Gráasteini. Hann koyrir við bilinum til ymisk tiltøk hjá felagnum.

Hetta modellið av Toyota Crown varð framleitt frá 1979 til 1983.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

12.765 bilar í Føroyum í 1982

Tað vísa hagtølini hjá fúta-num við árslok í 1982. Tá eru 9.844 persónbilar, 2.185 last- og vøruvognar, 277 við-fest-is-vognar, 225 hýruvognar, 125 motorsúkklur og 79 bussar.

Tá Sterki Jákup fekk koyrikortið

Jákup bóndi í Klaksvík, oftast nevndur Sterki Jákup, skal taka koyrkort í Havn. Koyrt verður við lastbili, og politimeistarin Sundorph situr við síðuna av Jákupi. Nærindis bakaríið hjá Fossaa fer afturhjulið i veitina, ið er millum vegin og bakaríiið. Jákup hugsar lítla løtu – ferð seigliga úr bilinum, setur økslina undir lastina og lyftir bilin upp aftur – Sundorph er ivaleyst ovfarin um hetta, og Sterki Jákup fær koyrikortið.

Fínur bilur – og bilførarin í húðaskóm og føroyskari húgvu

Seinast í tríatiárunum kemur ein dani til Føroyar at verða leiðari á eini handilsfyritøku. Tá hesin danin kemur í land, sær hann, at føroyingar hava eins fínar bilar sum danskarar. Danin »preiar« ein av teimum nýggjastu vognunum, men verður sera bilsin, tí fyrst koma tvey bein í húðaskóm út og síðani førarin sjálvur í mórreyðari troyggju og føroyskari húgvu – hetta var nakað heilt óvæntað og ørðvísi enn í útlondum.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

20 tímar síðan

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

Í gjár kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Lula og Bolsonaro hava báðir greitt atkvøðu

26 minuttir síðan
Lesarabrøv

Hví gera sum Bartal, tá tú kann gera sum Búi?

49 minuttir síðan
Tíðindi

Markleys Útbúgving verður í høllini Við Tjarnir

1 tími síðan
Fótbóltur

Piteå vann á Vittsjö - eru nærri bjargingini nú

2 tímar síðan
Tíðindi

Strømsgodset snávaði í uppflytingarstríðnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Ungdómurin í Vest­manna ger gamla hand­il­in hjá John til ræðslu­hús

4 tímar síðan
Tíðindi

14 grundstykki tøk í Skop­un – prís­ir frá 176.400 krónum

4 tímar síðan
Tíðindi

Illgrunasom russ­isk skip fiska minni – men eru meir til staðar

5 tímar síðan
Tíðindi

Bústaðar­felag til 44 leigu­íbúðir: Fýra at­kvøddu ímóti nevndar­vali

5 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri enn 1.300 hand­tik­in und­ir mót­mæl­um í Frak­landi

5 tímar síðan
Tíðindi

Ísur krýnir hægstu tindarnar í Peru

6 tímar síðan
Tíðindi

Tveir mans endaðu í brummuni í nátt

7 tímar síðan