Samlaðu útlánini vóru 74 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, BTÚ, í 2025. Tað upplýsir Landsbanki Føroya í einari kunning í dag.
Lutfallið millum útlán og BTÚ er eitt av lyklatølunum, sum Landsbankin fylgir við í fyri at meta um fíggjarliga støðufestið.
Undan bæði kreppuni í 1990-árunum og fíggjarkreppuni í 2008 vuksu útlánini munandi skjótari enn búskapurin. Síðani fíggjarkreppuna hevur gongdin sum heild verið øðrvísi, og útlánini eru ikki vaksin skjótari enn búskapurin.
Landsbankin vísir á tvær møguligar frágreiðingar.
Onnur er, at fyritøkurnar eru so mikið væl fyri fíggjarliga, at tørvurin á at læna pening ikki er stórur.
Hin er, at bankarnir leggja kapital til síðis fyri at lúka kapitalkrøvini, sum eru herd síðani fíggjarkreppuna í 2008.
Upplýsingarnar eru partur av frágreiðing Landsbankans um fíggjarligt støðufesti fyrra hálvár 2026.
Kelda: Landsbanki Føroya.