Meira enn tríggir mánaðir eru farnir, síðani eldur kom í maskinrúmið á íslendska uppsjóvarskipinum Barða NK 120 norðan fyri Føroyar.
Men skipið er framvegis í Føroyum.
– Barði er enn til umvælingar í Føroyum, men vit vóna, at tað verður møguligt at sigla skipið heim í oktober ella november, sigur Theódór Elvar Haraldsson, skipari, við íslendska Morgunblaðið.
Barði liggur sambært reiðarínum Síldarvinnsluni framvegis til umvælingar í Tórshavn – sum myndin eisini vísir – eftir skaðarnar frá eldinum.
Eldur eftir fráferð úr Havn
Barði var á veg heim til Neskaupstaðar eftir maskinumvæling í Havn, tá spreinging og eldur komu í maskinrúmið 12. juni.
Skipið var tá umleið 15 fjórðingar norðan fyri Føroyar.
MRCC Tórshavn fekk neyðarkallið stutt fyri klokkan 15, og Brimil og Rescue Vón av Eiði vórðu send til hjálpar. Manningin fekk skjótt tamarhald á eldinum, og eingin fekk skaða.
Men Barði var maskinleysur og rak í meira enn tríggjar tímar. Brimil kom síðan til skipið og sleipaði tað aftur til Havnar.
Umvælingarnar eftir eldin hava sostatt víst seg at vera drúgvar. Síldarvinnslan váttar nú, at arbeitt verður framvegis við skipinum í Havn.
Heiðraður fyri handfaringina
Theódór Elvar Haraldsson og manningin á Barða vórðu hesa vikuna heiðrað á íslendsku fiskivinnu- og alivinnustevnuni IceFish 2026.
Theódór fekk virðisløn sum framúrskarandi íslendskur skipari fyri handfaringina av álvarsligu støðuni umborð á Barða.
Í grundgevingini varð dentur lagdur á skjót og trygg tiltøk hjá manningini, tá spreinging var og eldur kom í maskinrúmið.
Theódór hevur áður sagt, at regluligu trygdar- og eldvenjingarnar hjá manningini vóru avgerandi, tá vanlukkan hendi.
Eisini var eitt føroyskt íkast til virðislønarhandanina.
Tað var Óli á Gravarbø, sum handaði Theódóri virðislønina vegna Vónina í Føroyum.
Barði, sum áður æt Börkur, er eitt av størstu fiskiskipunum hjá íslendska reiðarínum Síldarvinnsluni.