info
Ongi úrslit

Trý føroyingalið vunnu seg víðari í donsku steypakappingini

Heri Á. Simonsen
16. september 2026 kl. 20:05

Trý føroyingalið, Viborg hjá Janu Mittún, Keypmannahavn hjá Mariu P. Nólsoy og Nykøbing-Falster hjá Maritu Mortensen hava vunnið seg víðari til fjórðingsfinalurnar í donsku steypakappingini.

Í kvøld vunnu Mariu og liðfelagarnir í Keypmannahavn á útivølli 34-33 (14-17) á Ringkøbing. Maria var noterað fyri eitt mál og tvey upplegg til mál.

Marita og liðfelagarnir í Nykøbing-Falster vunnu á útivølli stórsigur 35-21 (15-8) á Silkeborg-Voel.

Í farnu viku vunnu Jana og liðfelagarnir í Viborg 38-26 (22-12) á Rannvá Olsen og liðfeløgum hennara í Ejstrup/Hærvejen.

Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Skanderborg máttu í kvøld leggja ryg til stórtap 15-32 (7-19) fyri stórliðnum, Team Esbjerg. Rakul bjargaði tveimum av 13 málroyndum.

Silja G. Eystberg var við fimm málum deildur toppskjútti hjá Ajax, ið á heimavøli tapti stórt 21-33 (11-17) fyri Sønderjyske, sum spælir í bestu deildini. Vár Zachariasen var noterað fyri eitt mál hjá Ajax.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

Í gjár kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Vendsyssel fekk dreymabyrjan men tapti fyri superliguliði

1 minuttur síðan
Fótbóltur

VIDEO: Áki legði upp til málið sum tryggjaði Mjällby eitt stig

31 minuttir síðan
Tíðindi

Ray á Roks vann silv­ur við skerpi­kjøti og sjó­pylsu á pizzuni

53 minuttir síðan
Hondbóltur

VIDEO: Óli skoraði og legði upp til 15 mál móti ungarskum stórliði

1 tími síðan
Fótbóltur

Sandnes ULF vann seg víðari í steypakappingini

2 tímar síðan
Tíðindi

SVT-valforsøgn: Reyðgrønu vinna valið í Svøríki

2 tímar síðan
Tíðindi

Bøta um korini hjá føroyskum lesandi í Danmark

3 tímar síðan
Fótbóltur

Adrian skoraði tvey mál tá Horsens vann seg víðari í steypakappingini

3 tímar síðan
Fótbóltur

Geza leingir sáttmálan við Grimsby Town

4 tímar síðan
Tíðindi

Tvær føroysk­ar virð­is­løn­ar­vón­ir og norð­ur­lendsk­ur sjón­varps­áhugi

4 tímar síðan
Tíðindi

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

6 tímar síðan
Tíðindi

500 færri skaðar fyrra hálvár í ár samanborið við í fjør

7 tímar síðan