info
Ongi úrslit

Turistarnir, sum koma til Føroya fáa ókeypis flutning

Annfinn Brekkstein
12. august 2026 kl. 10:19

Turistarnir, sum koma til Føroya fáa ókeypis flutning, sum tann føroyski skattgjaldarin rindar fyri - hetta í ólukkumát.

Strandferðslan t.d. undirbjóðar við so lágum prísi, at tað er skammiligt og ein vanvirðing fyri onnur, sum reka ferðavinnu.

Strandferðslan hevur í 2026 bruttoútreiðslur uppá 298 mió. kr, og eina nettojáttanin uppá 227 mió.kr., t.v.s. skattgjaldarin rindar 227 mió. kr., tí inntøkan er einans 71 mió. kr.

Strandferðslan, sum er ein almennur stovnur fær 227 mió. kr., frá føroyska skattgjaldaranunm, fer út at spæla jólamann við yvir fyri útlendskum ferðafólkum og bjóðar teimum nærum ókeypis flutning - tað er spottprísur einas at gjalda 95 kr fyri eitt ferðafólk t.d. frá flogvøllinum til Havnar, við skattgjaldaranum í rygginum.

Tá so ferðafólkini koma til Havnar, skal skattgjaldarin í Tórshavnar kommunu aftur rinda fyri, at útlendsku ferðafólkini koyra við býbussunum - nú er tað heilt galið - tey rinda ikki eina krónu, men skattgjaldarin í Tórshavnar kommunu skal enn einaferð gjalda fyri tann ríka amerikumannin og kinesaran.

Sjálvandi skulu ferðafólkini rinda nógv meira enn Føroyingar - fyri almennan flutning - og ikki at rinda eina krónu fyri býbussarnar er respektleyst og ein háðan í móti føroyska skattgjaldaranum.

Ein býbussur kom til eina av bygdunum í Tórshavnar kommunu, har kom ein ferðaleiðari út við 22 ferðafólkum, hann skein sum ein sól og segði við meg: “Det er fantastisk ikke at betale nogen i bussen”. Eg spurdi hann, um fólkini høvdu goldið til hann sum guide fyri túrin, “ja, selvfølgilig har de det - men .... “hvem har så betalt bussbilletten, det har skattayderen i Torshavn kommune, og du tjener penge på dem?”, hann rodnaði og rýmdi.

Eftir stendur arbeiðsmaðurin og vaskikonan, tey hava ikki hava ráð at ferðast, tí eingin rindar fyri tey, hvørki landskassin ella  kommunukassin hjá Tórshavnar kommunu. Tey fáa ikki ókeypis flutning uttanlanda, tí einki land í verðini er so tápiligt sum Føroyar, ikki at taka pening fyri almennar tænastur.

Hvar er Vinnuhúsið, politiska skipanin, Vinnumálaráðið - er hettar tann politiski viljin og er ongin borgarligur politikkur at hóma í hesari samgonguni.

Skulu vit hava massaturismu í Føroyum, so mugu útlendingar til at gjalda eyka, eins og hetta verður gjørt í øðrum londum, sum vit sjálvi ferðast til.

Ferðavinnan skuldi gerast eitt eyka bein at standa á fyri føroyska búskapin, men í veruleikanum er talan um eina eyka skattabyrðu.

 

Annfinn Brekkstein

býráðslimur

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

15 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump leypir á Fox News á valnáttini

2 tímar síðan
Tíðindi

Metir Demokratarnar vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum

3 tímar síðan
Tíðindi

Republikan­ar­ar missa senat­ssess í North Carolina

3 tímar síðan
Fótbóltur

EFL valdi Geza á vikuliðið

4 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bayern vann stórdystin og United fekk loksins ein sigur

5 tímar síðan
Tíðindi

Setur spurnar­tekin við drúgvu frið­ing­ina á Føroya­banka

6 tímar síðan
Hondbóltur

Marita vann á Mariu í bestu donsku hondbóltsdeildini

6 tímar síðan
Tíðindi

Kann Invest in Denmark hjálpa Føroyum at fáa íløgur?

6 tímar síðan
Tíðindi

Spanski sam­ferðslu­ráð­harrin fer frá eftir tok­vanlukkur

8 tímar síðan
Tíðindi

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

9 tímar síðan
Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

10 tímar síðan
Tíðindi

Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA

10 tímar síðan