info
Ongi úrslit

U17-kvinnurnar vunnu silvur í Baltic Cup

Úrtøkan gjørdist ein sigur, ein javnleikur og eitt tap

Heri Simonsen
7. juli 2026 kl. 12:20

FSF skrivar: 

- Føroyska U17-landsliðið við gentum endaði á øðrum plássi í Baltic Cup, sum hevur verið í Lettlandi seinastu dagarnar. Úrtøkan gjørdist ein sigur, ein javnleikur og eitt tap, ið rakk til silvurheiðursmerki

——————

– Eg eri væl nøgdur við avrikið. Genturnar vístu góðan hugburð og løgdu nógv fyri í øllum dystunum. Eg haldi eisini, at vit skaptu nóg mikið til, at vit kundu vunnið kappingina. Hetta gevur okkum gott sjálvsálit til EM-undankappingina í heyst, har vit aftur skulu møta júst somu liðum, sigur Fannhard Skoradal, høvuðsvenjari hjá U17-landsliðnum við gentum.

Kappingin byrjaði við einum teprum 1-0 tapi fyri Estlandi, men í øðrum umfari reistust føroysku genturnar aftur og vunnu sannførandi 4-1 á vertstjóðini Lettlandi. Miriam Stauss skoraði tvær ferðir, meðan Lilja Dam Jacobsen og Sára Vang Justinussen eisini komu á máltalvuna.

Í síðsta dystinum, sum var ímóti Litava, endaði tað við málleysum javnleiki, og tá øll stigini vóru tald saman, hevði føroyska liðið tryggjað sær silvur í Baltic Cup 2026.

Næsta uppgávan hjá U17-gentunum verður EM-undankappingin, sum verður í Lettlandi frá 7. til 13. oktober. Har skulu Føroyar enn einaferð royna seg móti Estlandi, Lettlandi og Litava. Skrivar FSF. 

Mest lisið hesa vikuna

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

6 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

KÍ skal hava nýggjan venjara

9. oktober kl. 12:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

3 tímar síðan
Tíðindi

VIDEO: Andrias fekk reyða kortið

4 tímar síðan
Hondbóltur

Nykøbing Falster tapti í heimadysti í Champions League

5 tímar síðan
Tíðindi

Teir veturgomlu vigaðu millum 110 og 114 pund

5 tímar síðan
Hondbóltur

Skanderborg-Aarhus tapti annan dystin á rað

5 tímar síðan
Tíðindi

Grøn orka loysir seg

5 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Sandnes ULF javnaði til 1-1 í yvirtíðini

6 tímar síðan
Tíðindi

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

6 tímar síðan
Tíðindi

Jóanis hevur funnið dreyma­garð­in í Skúvoy

6 tímar síðan
Tíðindi

Tarira kemur heim við trimum virðislønum

6 tímar síðan
Tíðindi

Trump lýs­ir orku­vápna­hvíld – Russ­land held­ur fram við álopum

7 tímar síðan
Fótbóltur

Nú sær tað heilt svart út á Svangaskarði

7 tímar síðan