info
Ongi úrslit

Mattias er nummar 200 í røðini

Í 262 altjóða skrásettum landsdystum hava 200 spælarar umboðað Føroyar í fótbóltslandsdysti fyri menn

Jóannes Hansen
26. september 2026 kl. 20:35

Tíggju minuttir undan leikloki í dystinum ímóti Kasakstan, sum endaði 1-1, varð Mattias Hellisdal skiftur inn á føroyska liðið. Hann avloysti Géza Dávid Turi.

Júst henda skiftingin var serlig. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at miðvallarin Mattias Hellisdal varð skiftur inn á føroyska landsliðið, og merkisvert var tað eisini, at Mattias Hellisdal er landsliðsspælari nummar 200 í altjóða skrásettum landsdysti, vísir yvirlitið á FaroeSoccer.

Føroyar spældu fyrsta altjóða skrásetta landsdystin 24. august í 1988, tá ið tað í vinadysti í Akranesi endaði við1-0 tapi ímóti Íslandi.

Nations League dysturin ímóti Kasakstan í kvøld var nummar 262 í røðini, og Mattias Hellisdal er landsliðsspælari nummar 200.

20 ára gamli Mattias Hellisdal er uppvaksin í B36. Í august í fjør flutti hann úr B36 og til Västerås SK í bestu svensku deildini, har hann hevur staðið seg so mikið væl, at hann er fastur maður á miðvøllinum, og í kvøld var hann fyri fyrstu ferð á føroyska A-landsliðnum – sum spælari nummar 200.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

23 tímar síðan

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Burn: 16 mál hjá Victor K. Thomadsen rukku ikki hjá KÍF

2 minuttir síðan
Fótbóltur

Myndir-Føroyar-Kasakstan

1 tími síðan
Fótbóltur

Føroyingar harmast um misnýttu møguleikarnar

1 tími síðan
Hondbóltur

Aarhus vann - Stoholm og Køge taptu

2 tímar síðan
Tíðindi

Æviga aktuellar systrar í Hoydølum

2 tímar síðan
Tíðindi

Deyður persónur funnin á sjónum í Qaqortoq

2 tímar síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona tapti annan dystin á rað

3 tímar síðan
Tíðindi

Trump vrakar iranskt uppskot um vápnahvíld

3 tímar síðan
Hondbóltur

Jóhan vann á Magnusi - Pauli og Jákup taptu fyri meistarunum

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Aftursvar til sam­røðu hjá KVF við Trygd um priv­ata bila­út­leigu

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava fleiri pengar at verða verandi í Føroyum

4 tímar síðan
Tíðindi

Odmar Færø er nýggjur liðformaður

5 tímar síðan