info
Ongi úrslit

Umbýttir við føðingina – nú stevna teir sjúkrahúsinum

Ein DNA-roynd avdúkaði, at tveir 38 ára gamlir menn fóru heim við skeivum foreldrum, tá teir vórðu føddir í 1988

Eirikur Lindenskov
18. juli 2026 kl. 12:29

Tveir 38 ára gamlir menn í USA hava stevnt sjúkrahúsinum, har teir vórðu føddir, eftir at ein DNA-roynd avdúkaði, at teir vórðu umbýttir við føðingina.

Hetta skrivar ABC News.

Sannleikin kom fram, tá annar maðurin, sum er uppvaksin sum Kyle Bylin, fekk eina DNA-heimaroynd í jólagávu. Úrslitið vísti, at hann var í ætt við eina kvinnu, sum vísti seg at vera biologiska mostir hansara.

Tá ein systursonur hennara, Jeremy Morrison, eisini tók eina DNA-roynd, varð greitt, at menninir høvdu verið umbýttir á sjúkrahúsinum.

Báðir vórðu føddir 26. januar 1988 á Unity Medical Center í Grafton í North Dakota, og sambært stevningini vóru teir einastu børnini, sum vórðu fødd henda dagin.

Sjúkrahúsið sigur, at tað ikki kann prógvast, at starvsfólkini høvdu ábyrgd av umbýtingini, men avvísir ikki, at hon kann hava hent.

Familjurnar siga, at teimum er frátikið lívið, sum tær skuldu havt. Tær hava roynt at fáa eitt fíggjarligt semingsuppskot við sjúkrahúsið, men uttan úrslit.

Nú krevja tær endurgjald fyri kensluligan skaða og ósketni.

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

Í gjár kl. 23:26

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Vejle vann grannauppgerðina móti FC Fredericia

2 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF tapti við fimm málum - avrikaðu væl í seinna hálvleiki

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður biðið um frágreiðing um Bakkafrost-málið

3 tímar síðan
Tíðindi

Kanada tekur frástøðu frá USA í fíggjarætlan

5 tímar síðan
Tíðindi

Klaksvík: Biskupsstøðgøta breiðkað

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Universi­tets­sjúkra­hús á papp­ír­i­num, men hvar eru íløgur­nar?

6 tímar síðan
Tíðindi

Tummas Láadal 35 ára starvsdag á Hotel Føroyum

6 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7 tímar síðan
Tíðindi

Danska poppdrotningin Medina á OY Voxbotn 2027

7 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit mugu ansa eftir hvørjum øðrum ⛑

7 tímar síðan
Tíðindi

Vil vita, hvat landskassin fekk burtur úr skerdum frádráttum

7 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Odmar gleðir seg til avgerandi Nations League dystirnar

7 tímar síðan