Í nátt er eitt umfatandi russiskt álop í gongd á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv og borgarstjórin, Vitalij Klitsjko, hevur heitt á sínar íbúgvar um at søkja sær skjól.
Sagt verður, at Russland loypur á bæði við rakettum og dronum, og fleiri harðar spreingingar eru at hoyra í høvuðsstaðnum.
- Rakettirnar fella ein fyri og onnur eftir, og so vítt eg veit, hava í minsta lagi verið 10-12 harðar spreingingar at hoyra í miðbýnum.
Soleiðis skrivar tíðindamaðurin hjá Kyiv Independent, Tim Zadorozhnyy, og hann leggur aftrat, at eldur og roykur eru at síggja fleiri staðir í høvuðsstaðnum.
Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, sigur frá álopum í býarpørtunum, Obolonsky, Podolsky, Darnytskyi og Shevchenkivskyi.
Í kvøld kom borgarstjórin við einari týðiligari ávaring:
- Loftverjan arbeiðir í høvuðsstaðnum. Haldið tykkum í bumbuskýlum, skrivaði hann á sosiala miðlinum, Telegram, til sínar íbúgvar.
Sagt verður, at ukrainska verjan longu fyrr í kvøld ávaraði um, at fleiri russisk bumbuflogfør nærkaðust markinum til Ukraina.
Eisini forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur í kvøld ávarað sínar landsmenn:
- Vit hava fingið dagføringar, sum siga okkum, at Russland fyrireikar eitt stórt álop. Ansið eftir tykkum og takið rakett-ávaringarnar í álvara.
Og forsetin legði aftrat á X, fyrrverandi Twitter:
- Ukraina og okkara loftverja eru til reiðar at svara álopunum - so væl, sum vit megna, skrivaði Volodymyr Zelenskyj á X í kvøld.