info
Ongi úrslit
© Police Handout/Reuters.
Christa Pike varð í miðjum 1990-árunum dømd til deyða fyri at hava dripið ein skúlafelaga í USA. Í síðstu viku skuldi hon verið avrættað í Tennessee, men hon yvirlivdi tvær deyðiligar innspræningar

Kvinna er við vit eftir miseydnaða avrætting

Christa Pike kann tosa og er við vit á sjúkrahúsinum, har hon fær viðgerð eftir eina miseydnaða avrætting í amerikanska statinum Tennessee.

Eirikur Lindenskov
6. oktober 2026 kl. 23:29

Drápsdømda kvinnan Christa Pike, sum hevur ligið í respiratori eftir eina miseydnaða avrætting, er nú við vit og kann tosa.

Tað siga verjar hennara í dag sambært fleiri amerikanskum miðlum.

– Ímóti øllum líkindum er Christa Pike við vit, tosar og fær framvegis lívsneyðuga læknaviðgerð. Hóast álvarsligu skaðarnar á ørmunum er hon framvegis í hondjørnum og leinkjað at songini.

– Støðan hjá henni er læknaliga uttan fordømi. Útlitini eru framvegis ógreið, men vit vænta í minsta lagi drúgva endurvenjing, siga verjarnir hjá 50 ára gomlu kvinnuni í eini fráboðan sambært tíðindastovuni Associated Press, AP.

Christa Pike skuldi verið avrættað mikudagin í síðstu viku. Hon varð í 1996 dømd til deyða fyri at hava dripið ein skúlafelaga árið fyri, eftir øllum at døma av øvundsjúku.

Men hóast hon fekk tvær innspræningar við pentobarbital, sum skuldu taka lívið av henni, yvirlivdi hon.

Seinastu vikuna hevur sjúkrahússtarvsfólkið roynt at bjarga lívi hennara og fáa pentobarbital úr kroppinum.

Guvernørurin í Tennessee, Bill Lee, hevur sagt, at avrættingarroyndin fylgdi ásettu mannagongdunum hjá statinum.

Hann hevur steðgað øllum avrættingum restina av 2026 og givið boð um eina óhefta kanning av tí, sum hendi.

Hetta er aðru ferð í ár, at ein avrætting miseydnast í Tennessee.

Í mai góvust starvsfólk í einum fongsli í statinum við eini avrætting, eftir at tey í meira enn ein tíma til fánýtis høvdu leitað eftir eini blóðæðr til deyðiligu innspræningina hjá deyðadømda Tony Carruthers.

Fongsulsstjórin í Tennessee fer úr starvi eftir miseydnaðu avrættingina av Christa Pike í síðstu viku.

Málið hevur vakt ans um allan heim og hevur í USA aftur kveikt kjakið um deyðarevsing.

Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

Í gjár kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eldur í stórum tangaskipi út fyri russiskum frítíðarbýi

23 minuttir síðan
Tíðindi

Adrian settist aftur av flogræðslu

1 tími síðan
Tíðindi

Ronaldo biður um umbering eftir brádliga fráferð úr Danmark

1 tími síðan
Lesarabrøv

Torir Fólkaflokkurin ikki at handla, tá tað kemur til stykkis?

2 tímar síðan
Tíðindi

Vindmyllur í Norðsjónum sæddar úr rúmdini

2 tímar síðan
Tíðindi

Petur Mohr Reinert gevur barnabók út

3 tímar síðan
Tíðindi

Tú kanst ganga til film eins væl og til fótbólt

3 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Ísland vann 2-0 á Tórsvølli

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Nú fer gongd á oljuleiting aftur

4 tímar síðan
Hondbóltur

European League: Valur tapti í Slovenia - Bjarni syrgdi fyri 12 málstigum

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Tórshavnar havn skal ikki gjalda fyri sparingar hjá landinum

5 tímar síðan
Fótbóltur

Tað endaði við stórum vónbroti

6 tímar síðan