Hugflog, góðar søgur og skapandi felagsskapur. Við Filmsfimi fáa børn nú eitt nýtt frítíðartilboð, har tey sjálv sleppa at skapa film.
Í dag týsdagur 6. oktober letur Ostahúsið í Tórsgøtu dyrnar upp fyri fyrsta undirvísingartímanum hjá Filmsfimi fyri børn í aldrinum 10–12 ár. Nú kunnu børn ganga til film, eins og tey ganga til fótbólt, hondbólt ella tónleik.
Áhugin hevur verið størri, enn fyriskipararnir høvdu væntað. Nógv børn hava hug at royna seg við filmsgerð, og at brúka hugflogið at siga sínar egnu søgur.
Tað eru fimm skapandi eldsálir, sum standa fyri tilboðnum. Við teirra ymisku royndum og førleikum, hava tey ment tilboðið frá hugskoti til veruleika. Tey fimm eru Anton Petersen, leiðari á Klippfisk, Karen Kristianna Hildardóttir Gram, Eir í Ólavstovu, Barbara Lervig og Marjun Niclasen, leiðari fyri Filmshúsið.
Verkætlanin er stuðlað av BETRI Samtakinum og Tórshavnar Kvøldskúla.
Filmsfimi heldur til hjá Klippfiski í Ostahúsinum. Klippfisk hevur drúgvar royndir við at skipa fyri tiltøkum fyri ung, og er sostatt ein natúrligur karmur um nýggja tilboðið.
Filmshúsið fegnast um, at børn nú fáa fleiri møguleikar at skapa film á føroyskum. At læra at fortelja okkara egnu søgur hevur stóran týdning, og Filmsfimi kann samstundis kveikja áhugan hjá framtíðar føroyskum filmsfólkum.
Skipað verður eisini fyri undirvísing fyri tey 13-15 ára gomlu umframt tvey skeið fyri børn í aldrinum 10-12 ár. Øll skeiðini eru fullteknaði í ár. Undirvísarar eru Herman Eliassen, Eir í Ólavstovu og Karen Kristianna H. Gram.
Fyrsta árið er eitt royndarár. Gongur væl, vóna fyriskipararnir, at Filmsfimi verður eitt fast frítíðartilboð og við tíðini kann røkka børnum og ungum um alt landið.
Nærri kunning fæst á filmsfimi.fo og á Facebook-vanganum hjá Filmsfimi.