info
Ongi úrslit

Eldur í stórum tangaskipi út fyri russiskum frítíðarbýi

Aframax Rio er 247 metrar langt og 42 metrar breitt. Skipið, sum er bygt í Japan í 2004, lastar 777.000 føt av olju

Vilmund Jacobsen
6. oktober 2026 kl. 23:56

Í kvøld veit heimasíðan hjá The Maritime Executive at siga, at eldur er í einum stórum tangaskipi út fyri russiska frítíðarbýnum, Sotsji við Svartahavið.

Myndir og video-upptøkur á sosialum miðlum vísa eisini brennandi olju á sjónum, og heimasíðan heldur, at talan er um stóra oljutangaskipið, Aframax Rio.

Sum skilst, siglir skipið við russiskari olju frá terminalum í Eystursjónum og Svartahavinum til India og eystara part av Asiu. Aframax Rio er 247 metrar langt og 42 metrar breitt. Skipið, sum er bygt í Japan í 2004, lastar 777.000 føt av olju.

Sambært MarineTraffic er Aframax Rio einasta oljutangaskip í hesum øki, og seinasta knattastøðan hjá skipinum svarar til havleiðina, har skipið er, sum eldur nú er í.

Í løtuni er ógreitt, hvør orsøkin er til eldin.

Russiski krígsbloggurin, ExileNova+, skrivar, at hvørki loftávaring ella spreingingar vóru at hoyra, áðrenn eldurin kyknaði, og Ukraina hevur higartil ikki tikið ábyrgd av hendingini í Svartahavinum.

Sagt verður, at Aframax Rio siglir undir liberiskum flaggi. Ukraina setti í februar revsitiltøk í verk móti skipinum, tí illgruni var um, at skipið varð brúkt fyri at umgangast revsitiltøk móti Russlandi.

Sambært BlackSeaNews hevur tangaskipið fleiri ferðir siglt við russiskari olju úr russiskum havnum, og skipið hevur áður siglt undir fløggum hjá eitt nú Singapore og Panama.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

Í gjár kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kvinna er við vit eftir miseydnaða avrætting

52 minuttir síðan
Tíðindi

Adrian settist aftur av flogræðslu

1 tími síðan
Tíðindi

Ronaldo biður um umbering eftir brádliga fráferð úr Danmark

1 tími síðan
Lesarabrøv

Torir Fólkaflokkurin ikki at handla, tá tað kemur til stykkis?

2 tímar síðan
Tíðindi

Vindmyllur í Norðsjónum sæddar úr rúmdini

2 tímar síðan
Tíðindi

Petur Mohr Reinert gevur barnabók út

3 tímar síðan
Tíðindi

Tú kanst ganga til film eins væl og til fótbólt

4 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Ísland vann 2-0 á Tórsvølli

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Nú fer gongd á oljuleiting aftur

4 tímar síðan
Hondbóltur

European League: Valur tapti í Slovenia - Bjarni syrgdi fyri 12 málstigum

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Tórshavnar havn skal ikki gjalda fyri sparingar hjá landinum

5 tímar síðan
Fótbóltur

Tað endaði við stórum vónbroti

6 tímar síðan