– Eg átti ikki at havt gjørt tað. Ábyrgdin er bara mín.
Hetta eru fyrstu almennu orðini hjá portugisiska fótbóltsstjørnuni Cristiano Ronaldo eftir at hann brádliga fór úr landsliðsleguni stutt undan Nations League-dystinum móti Danmark.
Tað kemur fram í eini almennari fráboðan frá Ronaldo, sum portugisiski miðilin A Bola hevur kunngjørt.
Sambært Ronaldo hevði landsliðsvenjarin Jorge Jesus brotið eitt lyfti til hansara. Nú viðgongur áleyparin tó, at hann tók ov rívan til.
Hann staðfestir samstundis, at hann framvegis er tøkur hjá landsliðnum og fer at góðtaka eina møguliga revsing frá portugisiska fótbóltssambandinum.
– Eg haldi ikki, at tað eiga at vera nakrar linnandi umstøður, tá revsingin verður ásett. Eg eri ikki ein og hvør spælari. Eg eri liðskipari, og tað eigur at telja sum ein herðandi umstøða, sigur Ronaldo.
– Eri eg kropsliga klárur, spæli fyri felagið hjá mær og vónandi skori mál, verði eg eftir lokna møguliga leikbannið tøkur, júst sum eg altíð havi verið, at spæla, kappast og vinna fyri landslið okkara.
Lyftið varð brotið
Í fráboðanini greiðir Ronaldo frá, at undan landsliðssavningini var avtalað, at hann skuldi spæla fyrsta og síðsta av teimum fýra dystunum, sum Portugal skuldi spæla. Tað vóru heimadystirnir móti Wales og Noregi.
Ronaldo spældi sum ætlað móti Wales. Síðani spurdi venjarin, um hann kortini kundi spæla ein hálvan tíma móti Noregi í næsta dystinum.
Tað játtaði Ronaldo sambært sær sjálvum. Hann hitaði upp í seinna hálvleiki, men varð ongantíð skiftur inn.
– Landsliðsvenjarin hevði brotið lyftið til mín, skrivar Al-Nassr-áleyparin.
Sambært Ronaldo avtalaðu teir síðani, at venjarin skuldi greiða frá øllum á tíðindafundinum undan dystinum móti Danmark. Men tað hendi ikki, sigur Ronaldo, og tí fór hann úr leguni.
Nú skal portugisiska fótbóltssambandið gera av, um Ronaldo skal revsast, og hvussu hørð revsingin í so fall verður.
Ronaldo hevur spælt 234 landsdystir fyri Portugal og skorað 146 mál.
Ritzau