Tað greiðir 28 ára gamli føroyski landsliðsáleyparin frá í eini samrøðu við TV 2 Sport.
Adrian var annars við í føroyska hópinum og hevði spælt allar tríggjar dystirnar í hesum landsliðsumfarinum. Í seinasta dystinum móti Slovakia skoraði hann eisini. Men flogferðin til Kasakstan gjørdist ov nógv fyri hann.
– Nógv í Føroyum vita, at mær dámar ikki at flúgva. So tá tað verður um átta tímar til Kasakstan, klári eg tað ikki, sigur Adrian Justinussen við TV Syd.
Hann kláraði fýra tíma flogferðina til Moldova í síðstu viku, men ferðin til Kasakstan, sum var tvífalt so long, varð ov nógv.
Dysturin hjá Føroyum í Kasakstan endaði 2-2.
Ritzau