info
Ongi úrslit
Napoleon og Eli uppi í Børkugøtu 27 (mynd eftir Heide Kielsen Olsen)

Feðgarnir Smith sýna fram

Leygardagin 19. septembur kl. 15:30 letur listaframsýning upp heima hjá feðgunum Eli og Napoleoni Smith (Børkugøta 27). Eli við grótmálningum og vatnlitum, Napoleon við standmyndir og tekningum. Til ferniseringina spælir strúkikvartettin Vibra.

Eirikur Lindenskov
15. september 2026 kl. 01:36

Tá ið Eli málar føroyska hagan, er tað við litum úr haganum sjálvum. Seinnu árini hevur hann eisini tvinnað steindust úr øðrum londum uppí – so sum griskt marmor, feittstein úr Grønlandi, skeljar úr Spaniu og sand úr Tenerifa. Føroysku litirnir eru kol úr Hvalba, sandur úr Søltuvík, royða úr Reyða barmi (Hvalba) og Ærgisá (Leynum) – ja, you name it! Eisini hevur hann smærri litsterkar vatnlitsmyndir á skrá, sum javnviga ta annars so mildu litbránna. Uppi í køkinum hjá Eli og konuni er prýtt við skornum gimsteinum, sum er brotamynd (mosaikk), sum hann eisini fæst við.

So er tað sonurin, Napoleon, sum av og á tekst við tað listaliga. Hann hevur mest havst við at tekna, men síðan hevur hann førkað seg yvir í tað trítýdda við at evna leir til ævintýrakendar standmyndir. Faðir og sonur hava eisini tíðum verið sæddir á sandstrondum landið runt, har teir gera sandmyndir saman við barnsligum sálum.

Til ferniseringina spælir eingin minni enn strúkikvartettin “Vibra” við fýra úrmælingum. Øll eru vælkomin inn á gólvið í gallarínum undir Brúnni (Børkugøta 27). Opið er leygardagin frá kl. 15:30 til 20, og sunnudag og mánadag frá 15 til 19.

 Mynd av Vibru frá teirra Feysbukk vangamynd.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

18 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Hægstirættur vísir Trump aftur í máli um brævatkvøður

28 minuttir síðan
Tíðindi

Russisk fregatt skeyt neyð­bluss eft­ir danskari hernaðar­tyrlu

1 tími síðan
Tíðindi

Nato-flogfar skeyt dronu niður í Litava

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroyingar arbeiða nógv longri

4 tímar síðan
Tíðindi

Málið er at gera allar Føroyar rottufríar

5 tímar síðan
Hondbóltur

Jana skiftir til Nykøbing Falster komandi kappingarár

5 tímar síðan
Tíðindi

USA strikar útlátsmørk fyri orkuverk

5 tímar síðan
Tíðindi

ES útsetir freistina at leingja revsitiltøkini móti Russlandi

6 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis vann Mattias føroyingauppgerðina

7 tímar síðan
Fótbóltur

Tveir HB-sigrar og ein javnleikur

8 tímar síðan
Tíðindi

Trump: Ukraina og Russland samd um ikki at leypa á orkuverk

8 tímar síðan
Tíðindi

Fernisering: At forma, skapa týdning og skilja samanhangir

8 tímar síðan