Ein meiriluti í vinnunevndini mælir løgtinginum frá at geva Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í umhvørvis- og vinnumálum, heimild til aftur at steingja matstovur og skeinkingarstøð fyri at forða fyri smittuspjaðing.
Álitið kom úr vinnunevndini í gjár, og í álitinum ger ein samd vinnunevnd greitt, at matstovulóggava er ikki egnað sum smittuverjulóggáva, og at smittuverjulóggáva er heldur ikki ábyrgdin hjá umhvørvis- og vinnumálaráðnum - tann uppgávan liggur undir heilsumálaráðnum.
Ein meiriluti í vinnunevndini, Bjørt Samuelsen, Bjarni Hammer, Henrik Old og Bjarni Kárason Petersen, taka ikki undir við málinum og mæla tí løgtinginum frá at veita landsstýrismanninum tær heimildir at steingja matstovur og skeinkistøð.
Ein minniluti, Johan Dahl, Beinir Johannesen og Jákup Mikkelsen, tekur undir við málinum við teirri broyting, at heimildin hjá landsstýrismanninum skal ikki fara úr gildi á nýggjárinum, men heldur 1. februar.
– Minnilutin [...] vísir á, at um eitt smittuútbrot skuldi komið millum jól og nýggjár er neyðugt, at lógin ikki fer úr gildi á nýggjárinum. Tað er tískil skilabetri, at lógin fær gildi fram til 1. februar 2021. Á tann hátt fær landsstýrið eisini tíð og høvi til at fáa tær røttu smittufyribyrgjandi heimildirnar tilvegar.
Minnilutin ger kortini greitt í viðmerking, at tað er átaluvert, at landsstýrismaðurin aftur kemur í tingið við tílíkari lóg á hendan hátt.
– Undirritaðu gera greitt, at heimild verður latin hesaferð, men skulu smittufyribyrgjandi heimildir fáast frameftir, so er neyðugt at fáa rætta lógarheimild til vega umvegis landsstýrismannin í heilsumálum, siga Johan Dahl, Beinir Johannesen og Jákup Mikkelsen.
Vinnunevndin hartar Helga Abrahamsen Vinnunevndin hartar Helga Abrahamsen
Smittuverja skal ikki fremjast við matstovulóg
Steinar Patursson
4. desember 2020 kl. 12:59
Mest lisið hesa vikuna
Leitaði eftir einum analfabeti hjá Búskaparráðnum
17. september kl. 20:47
Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm
17. september kl. 23:31
14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík
18. september kl. 19:15
Hesi eiga Varðan – og hesi sita nú við borðendan
18. september kl. 12:21
Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út
21. september kl. 18:15
Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur
19. september kl. 22:26
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Zelenskyj í ST: - Vit velja ikki at doyggja
1 tími síðan
Tíðindi
AI-stjórar ávara ST um váðan við vitlíki
1 tími síðan
Tíðindi
Hava aftur leitað í dag - men uttan úrslit
2 tímar síðan
Hondbóltur
Sasja er í gongd aftur í bestu sveisisku hondbóltsdeildini
2 tímar síðan
Tíðindi
Grønlandski landsstýrisformaðurin: Avtalan staðfestir sjálvsavgerðarrættin
2 tímar síðan
Hondbóltur
Ísak og liðfelagarnir í HØJ máttu lúta fyri Aalborg
3 tímar síðan
Tíðindi
Pensjón, fosturtøka og koppsetingar á skránni í Løgtinginum
3 tímar síðan
Hondbóltur
Burn: Neistin vann grannauppgerðina - VÍF vann norðuri í Klaksvík
3 tímar síðan
Tíðindi
Harvey Weinstein fær 15 ára fongsulsrevsing fyri kynsligan ágang
4 tímar síðan
Hondbóltur
HF Karlskrona legði fyri í svensku kappingini við tapi
4 tímar síðan
Hondbóltur
Liðið hjá Vilhelmi reyk úr týsku steypakappingini
4 tímar síðan
Tíðindi
Spyr hví undirvísing í føroyskum ikki er í fleiri økjum
5 tímar síðan